Nú eru 25 ár liðin, síðani fyrsta plátan hjá Frændum sá dagsins ljós. Síðan tá hava menninir í Frændum sett síni spor í føroyskan tónleik, og avgjørt hava mongu løgini verið ein stór samfelagslig inspiratión upp ígjøgnum tíðirnar.
Sum verða man, fyllir tónleikurin nógv í lívinum hjá Frændur monnunum, og hava teir allir verið við til at skapt karmar fyri tónleiki og mentan í mong ár.
Steintór Rasmussen er ein av fyriskiparunum til Føroya størsta festival, nevniliga Summar Festivalin. Hann hevur seinastu seks árini verið ein av oddamonnunum handan festivalin. Við mest góðum, men eisini onkrum keðiligum upplivingum hevur Summar Festivalurin verið eitt afturvendandi tónleikaligt brak síðani hann fyrstu ferð tók skap í 2004.
- Sjálvsagt er tað eitt ordans tak hvørt ár, og tað kann til tíðir gerast krevjandi og strævið at fyriskipa ein so stóran festival, men vit gera tað ár eftir ár, tí vit halda tað verða ein góður pallur hjá føroyskum tónleikarum, og tí tað hevur stóran týdning fyri føroyingar, at hava eitt slíkt høvi at hittast og uppliva tað, sum Summar Festivalurin hevur at bjóða, sigur Steintór Rasmussen.
Droymir um tann ultimativa festivalin
Nógv stór útlendsk nøvn hava vitjað á teimum undanfarnu festivalunum í Klaksvík, eins og ein ørgrynna av føroyskum tónleikarum hava fingið høvið at roynt seg frammanfyri túsundtals føroyingum.
- Eg havi sjálvur fingist nógv við tónleik og mentan, og eg dugi væl at skilja týdningin av slíkum tiltøkum. Vit hava nógvar stevnur í Føroyum, men festivalarnir hava okkurt heilt serstakt at bjóða, ið ikki var at finna í Føroyum, áðrenn festivlarnir vóru til. Og júst hetta var upprunin til Summar Festivalin. At gera eitt ordans brak, sum allir føroyingar kunnu njóta gott av, sigur Steintór Rasmussen.
Í ár verður einki øðrvísi, tá ið talan er um stórar tónleikaligar vitjanir í Klaksvík, tí heimskendi BeeGees beiggin Robin Gibb trínur á pall á Vágsbøi, har hann fer at framføra teirra kendastu løg, umframt at donsku poppstjørnurnar Nik og Jay byrja festivalin í kvøld, har teir fara at framføra fyri teimum túsundtals festivalgestunum.
- Eg droymi um tann ultimativa festivalin. Tað er uttan iva tí, at vit blíva við ár eftir ár. Og eg vóni, at ársins festivalurin fer at uppfylla mín dreym um tann perfekta festivalin, har veðrið, tónleikurin og umstøðurnar gera upplivingina fantastiska, sigur Steintór Rasmussen.
Frændur 25 ár – BeeGees 50 ár
Steintór Rasmussen hevur fleiri ymiskar leiklutir til ársins festival. Hann er fyriskipari, men hann skal eisini sjálvur trína á pall, tá ið Frændur leygarkvøldið bjóða til 25 ára veitslu á Vágsbøi. Alt hetta árið hevur upphiting til endabrakið verið hildið kring landið, og við ymiskum framførslum hava Frændur enn einaferð prógvað, at teir eru eitt tað dýrabarasta vit føroyingar eiga, tá talan eru um sangir.
Tað stóra veitslunarbrakið verður sostatt leygarkvøldið, og við 25 árum á baki verður allarhelst talan um tað stóru sangløtuna, tá ið Frændur tríva í teirra kendu løg.
- Hetta er eitt serstakt ár fyri okkum. Vit lovaðu í byrjanini av árinum, at hetta skuldi verða tað stóra 25 ára brakið, og vit royna at halda tað, sum vit lova, sigur Steintór Rasmussen.
Men hetta er nevniliga ikki einasta hátíðarhald í Klaksvík um vikuskiftið. BeeGees beiggin Robin Gibb, ið trínur á pall í Klaksvík um vikuskiftið, hátíðarheldur nevniliga 50 ára jubileumið hjá Bee Gees. Seinastu fimti árini hava BeeGees sett dagskránna kring heimin, tá ið talan er um tónleik, og við einari ørgrynnu av hittum, hava teir veruliga sett síni spor í tónleikaheimin.
- Tað hevur stóran týdning fyri meg at fáa Robin Gibb til Føroya. Hann eigur ótrúliga stóran sangskatt, og hevur skrivað tónleiksøgu í fleiri ár. Hann er næstan tað ultimativa, ið vit fyriskiparar kunnu fáa hendur á. BeeGees telist ímillum tíggju teir bestu tónleikarbólkarnar í heiminum, og nú kemur hann til Klaksvíkar. Tað er fantastiskt, sigur Steintór Rasmussen.
Summarfestivalurin byggir brýr
Fríggjarkreppa hevur herjað kring allan heim, og eisini í Føroyum hava vit merkt sviðan av kreppuni. Í Klaksvík hevur millum annað virkið Kósin latið aftur, og neyvan er tað nøkur loyna, at illa er statt hjá Klaksvíkar Kommunu. Men hetta forðar ikki Summar Festivalin.
- Vit halda, at Summar Festivalurin hevur stóran týdning, ikki minst fyri klaksvíkingar. Eg arbeiði sum lærari, og eg veit, at festivalurin er nakað, sum fólk í øllum aldri gleða seg til. Tey práta um tað alt árið, og líta aftur á farnar upplivingar. Í stuttum kann sigast, at Summar Festivalurin ger fólk glað. Tí er tað nevniliga í slíkum tíðum, at festivalurin skal virka sum eitt jaligt ískoyti til gerandisdagin, sigur Steintór Rasmussen.
- Summar Festivalurin bjóðar upplivingar av ymsum slagi, og fólk skulu taka løturnar so hvørt. Vit skulu ikki ganga og bíða eftir einari ávísari konsert, sum verður leygarkvøldið. Hvør festivaldagur hevur sítt at bjóða, og vit skulu taka av møguleikunum. Tað er nú, at vit skulu liva, og júst fólkalívið á festivalinum er kanska størsta styrkin hjá tiltakinum. Fólk minnast jú líka væl serstakar hendigar, tey hava upplivað, sum tónleikin, tey hava hoyrt.
Gott at vakna aftur
Nógvar góðar løtur eru ivaleyst hjá øllum festivalgestum ár undan ári, og ymiskt er eisini hvønn týdning tær ymsu hendingarnar hava fyri festivalgestirnir. Men fyri Steintór Rasmussen er eingin ivi.
- Tað hava verið nógvar fantastiskar og inniligar løtur á Summar Festivalinum. Millum annað var tað ein rørandi løta, tá ið Roger Hugdson treiv í tað fyrsta lagið á Vágsbøi, eftir at hann var seinkaður vegna veður í nógvar tímar. Óteljandi løtur hava verið sermerktar, men eitt sum hvørt ár er fantastiskt, er at vakna eftir ein festival og vita, at alt hevur gingið væl, sigur Steintór Rasmussen.
Summar Festivalurin hevur havt nógvar góðar løtur, men tær ringu hava eisini verið at funnið í Klaksvík. Millum annað kann nevnast veðrið, ið mangan hevur spælt fyrireikarunum eitt puss.
- Tann ringasta løtan, eg havi havt á Summar Festivalinum var tað árið, tá ið veðrið bleiv so ringt, at vit máttu avlýsa stóran part av festivalinum. Vit sótu allan festivalin við ótta fyri, at okkurt fór at henda. At festivalurin fór at enda í kaos. Men tað spældi kortini væl av, tá ið alt kom til alt, sigur Steintór Rasmussen.
- Tað er ein ótrúliga stóra ábyrgd, vit hava. Vit kunnu ikki verða barnagentir fyri allir festivalgestirnir, men vit góðari hjálp frá samarittum, løgregluni og øðrum hava vit hvørt ár megnað at hildið skil á kortini, sigur Steintór Rasmussen.