- Tað er neyðugt at hava eydnuna við sær

Rúni Brattaberg er í løtuni í Føroyum í summarfrí. Tó, heilt frí hevur hann ikki. Í gjárkvøldið var konsert í Vágs Kirkju og í mikikvøldið syngur Rúni í Norðurlandahúsinum. Við honum á ferðini er finski pianisturin Gustav Djupsjöbacka. - Tað er ofta sum at fáa ein ein hamara í høvdið, men tað er helst meiningin, tá ein er ungur og óroyndur, at ein hittir slíkar stórar kanónir, sigur Rúni Brattaberg

Dagfinn Olsen Myndir: Jonhard Hammer


Rúni Brattaberg er næmingur á Sibelius Akademiets Operaskole í Finnlandi. Hann er bassangari og Gustav Djupsjöbacka er ein av lærarunum á Akademinum, umframt at hann hevur spælt saman við frægastu sangarum í Finnlandi og hava tey havt konsertir kring allan heim.

Gustav Djupsjöbacka og Rúni Brattaberg hava arbeitt fram ímóti hesi konsertferðini til Føroya allan veturin.

Gustav Djupsjöbacka og konan er í Føroyum á fyrsta sinni og teimum dámar væl. Á ferðini hava tey m. a.gingið túrar og náttúran er hugtekur, sigur Gustav Djupsjöbacka.

Hann sigur, at í Finnlandi er hann vanur við hav, men fólki her er øðrvísi. tey eru glaðari.


Vakurt

- Tað er áhugavert at síggja, hvussu fólk hava lært at liva við náttúruni. Í Finnlandi eru fleiri trø, og fólk eru meria fyri seg sjálvan. Føroyingar eru meira sosialir, glaðari og syngja t.d. í kóri, sigur Gustav Djupsjöbacka

-Náttúran her er so sterk og hugtakandi, sigur Gustav, ið eisini er glaður fyri at kunna vitja Føroyar sum gestur hjá Rúna, og ikki sum vanligur ferðamaður, tí á henda hátt fær ein heilt øðrvísi upplivilsi, sigur Gustav Djupsjöbacka.

Gustav hevur fleiri ferðir verið í Íslandi, men hetta er fyrsta ferð hansara í Føroyum og tað er spennandi heldur hann, tí hann kennir fleiri fólk í Føroyum frá tónleikasamstarvi, t.d. Kristian Blak og Brandur Øssursson.


Rúni verður góður

Gustav Djupsjöbacka dámar væl Rúna sum sangara.

- Hann byrjaði seint at syngja, men hann verður góður, sigur Gastav, ið eisini nevnir, at tørvur er á basssangarum og at hann vónar, at Rúni gerst yrkissangari, profesjonellur.

- Um nøkur ár verður Rúni heilt góður, nakað av arbeiði afturat, nakrar fínpussingar, so verður hann heilt góður, sigur Gustav Djupsjöbacka, ið ikki ivast í, at Rúni hevur gávurnar, og hetta mugu sigast at vera týðandi orð frá manni, ið hevur arbeitt við fleiri av teimum stóru nøvnunum.


Stórur sangari

Enn er Rúni Brattaberg kanska ikki millum stórstu nøvnini, men tað er eingin loyna, at hann má sigast at vera stórur sangari, um skemtiliga skal takast til. Tí Rúni er stórur á vøkstri, men sanniliga prógvaði hann undir venjing í Vágs Kirkju sunnukvøldið, tá vit hittu Rúna, at røddin hoyrir til millum tær stóru. Tað var ein stór rødd, ið sang afturvið fylgispælinum og kraftin næstan merktist, tá teir heilt lágu tónarnir komu fyri.


Verið í USA

Rúni, sum eisini hevur verið í USA og fingið undirvísing frá t.d. tí kenda Alexander Rom, sigur, at tað er krevjandi at arbeiða við teimum stóru monnunum

- Tað er ofta sum at fáa ein ein hamara í høvdið, men tað er helst meiningin, tá ein er ungur og óroyndur, at ein hittir slíkar stórar kanónir, sigur Rúni Brattaberg.

- Til dømis Gustav Djupsjöbacka, hann hevur spælt við teimum stóru og í Carnegie Hall, har The Beatles og onnur hava spælt, og sum er millum fremstu konserthallir í verðini, sigur Rúni, ið heldur tað er neyðugt at koma í samband við slíkar stórar og kendar menn, tí soleiðis lærir ein ein hóp.

- Men lætt er tað ikki, tí her ert tú uppi ímóti nøkrum veruligum, men leiðbeiningin er gull verd, tí hann hevur t.d. óivað spælt skránna við fleiri øðrum, sigur Rúni um Gustav Djupsjöbacka


Eydnan.

- Tað er sjálvsagt ein fyrimunur, at tað ikki eru so nógvir bassangarar, men eg haldi tað ofta hevur nógv at siga, at hava eydnuna við sær á hesum starvsøkinum, sigur Rúni og hesum er Gustav samdur í.

- At vera rætt stað til røttu tíð hevur nógv at siga, men tað er nógv, ið spælir inn, sigur Gustav Djupsobacka.

- Men vegurin er langur og at uppbyggja sær karieru er alt annað enn lætt og so er tað eisini spurnngurin, um tað er tað ein vil, tí tað er hart lív, og gongur kanska útyvir familjlívið, sigur Rúni.

Men hvat vil Rúni. Ætlar hann at royna eydnuna ella ætlar hann t.d. at undirvísa?

- Eg vil fegin royna meg fyrst, tí eg havi verið so stutt í hesum. Eg havi bert sungið í 4 ár, síðni mín fyrsta sangtíma, so tað vildi verið púra ørt at farið at undirvíst bara um eini 4 ella 5 ár. Tað vóni eg ikki, at tað verður høvuðsmálið, tí tá eri eg ikki komin í mín besta aldur. Røddin er ikki liðugt ment enn,tað verður ikki fyrr enn um eini 10 ár, so eg eri ikki í besta aldri fyrr enn um eini 10 ella 15 ár, sigur Rúni.

Rúni skal yvir aftur til Finnlands at lesa og um 3 ár er hann liðugur og skal so veruliga royna sínar veingir, men higartil hevur gingist honum væl og hann hevur verið í samband við fleiri av stóru nøvnunum í tónleikaverðini og óivað hevur Rúni rætt í, at neyðugt er at halda seg framat hjá teim stóru, ið síðani kunnu vera við til at skapa og forma komandi bassrøddina.

Og vónandi verður eydnan eisini við Rúna víðari á leiðini.