Støðutalvan sigur, at B36 stríðist fyri møguleikanum at endurvinna FM, og at HB roynir at hanga í fyri at vinna fjórða plássið.
Tá ið grannarnir í Gundadali hittast, hevur tað lítið at siga, hvar tey eru stødd á støðutalvuni.
Tølini siga, at tað í landskappingini hava verið hálvt hundrað uppgerðir seinastu tjúgu árini. HB hevur vunnið átjan ferðir, B36 hevur vunnið átjan ferðir, og fjúrtan ferðir er tað endað javnt. Málmunurin er 75-75!
Inntil 28. apríl kendist nýggja kappingarárið at vera hepnast væl betri, enn teir í HB høvdu roknað við, at tað fór at gera. Henda dagin tapti HB grannauppgerðina 3-2. Inntil tá var úrtøkan fimm sigrar og tveir javnleikir. Síðani tá hevur tað gingið illa. HB hevur tapt fýra ferðir og spælt málleysan javnleik í Trongisvági. Um B36 vinnur fulla úrtøku sunnudagin, so verða tað tíggju stig frá B36 og aftur til HB.
Fyri tveimum vikum síðani endaði tað við 1-0 tapi á útivølli ímóti Víkingi, sum við sigrinum lyfti seg upp á toppin.
-Tá var eingin munur á liðunum, og vit vóru óhepnir at tapa. Hetta var staðfesting av, at vit tær síðstu vikurnar ikki hava havt marginalirnar við okkum, sigur HB venjarin Jan C. Dam. Hann og spælararnir vóna, at tað nú fer at venda ímóti B36.
Fleiri lyklaspælarar hjá HB eru skaðaplágaðir. Umframt Arnbjørn Hansen og Pál Mohr Joensen, sum eru langtíðarskaddir, snýr tað seg um Christian R. Mouritsen, Jóhan Troest Davidsen og Ára Mohr Jónsson, sum í vikuni ikki hava verið førir fyri at vant saman við liðfeløgunum.
Heldur ikki hjá B36 hevur tað verið heilt sannførandi, síðani tað eydnaðist at vinna 3-2 á HB. Tølini siga tveir sigrar, tveir javnleikir og tap í Sarpugerði. Málið er at vinna FM fyri triðju ferð á rað. Vánirnar fyri tí eru ikki minst treytaðar av, hvussu tað fer at vignast ímóti HB og so í Gundadali ímóti KÍ um eina viku.
-Tað var vónbrot, at vit ikki megnaðu meiri enn 1-1 á heimavølli ímóti Skála. Men vit eru ikki so langt frá har, sum vit vónaðu, at vit fóru at vera eftir trettan umfør, og tað kennist hugaligt, at allir spælararnir nú aftur luttaka í venjingunum – eisini Odmar Færø sum tó ikki verður við ímóti HB, sigur B36 venjarin Eyðun Klakstein.
Manningarlistin er vorðin longri og skaðalistin styttri í B36. Hørður Askham, Jákup á Borg og Hanus Thorleifsson eru nú tøkir, og tað kann væl vera, at Lukasz Cieslewicz eisini verður á listanum ídag.