Skal tað enn eina ferð enda við, at EB/Streymur missir FM á stokkinum. Tað er spurningurin, nú ÍF hevur tikið leiðsluna, og EB/Streymur, sum hevur verið á odda nógvu tey síðstu umførini, er dottið niður á 2. plássið. Harvið er undan dagsins umfari sannlíkið størst fyri, at tað skal enda við silvurkrónum soleiðis, sum tað hevur øll árini síðani 2006, burtursæð frá í 2008, tá ið teir í Sundalagnum vunnu fyrsta og higartil einasta meistaraheitið.
-Vit mugu ásanna, at tað nú ikki er upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu verða meistarar. Vit mugu fokusera á okkara avbjóðingar, og so fáa vit at síggja, hvussu tað fer at ganga hjá ÍF, sum hevur verið ógvuliga støðugt síðani undan summarsteðginum, staðfesti Egil á Bø, liðformaður í EB/Streymi eftir javnleikin ímóti KÍ.
Veruleikin er nú, at um tað ikki eydnast EB/Streymi at vinna í Sarpugerði, og um tað eydnast ÍF at vinna á Svangaskarði, so kunnu fuglfirðingar við sigri í Vági í næstsíðsta umfari so at siga tryggja sær FM heitið, áðrenn teir í síðsta umfari taka ímóti HB. Tí er tað stórt trýst á EB/Streymi undan vitjanini í Gøtu.
-At vit hava megnað silvurmerkini øll árini síðani 2006 og gull í 2008 eru sjálvandi góð úrslit. Men eingin ivi skal vera í, at vit fegnir vilja verða meistarar, og vit fara at gera alt, sum vit megna fyri at røkka málinum. Um tað ikki eydnast, so er tað tí, at ÍF hevur uppiborið FM heitið, staðfestir Egil á Bø.
Tølini siga, at tað er strevið hjá sundalagsmonnum ímóti Víkingi. Í 2. umfari vann Víkingur heimadystin 2-1, og í 13. umfari fór Víkingur úr Streymnesi við 1-0 sigri, og so var tað steypafinalan, har tað eydnaðist Víkingi at svara aftur fleiri ferðir í vanligu leiktíðini, í longdu leiktíðini og í brotssparkskappingini.
Seinastu vikurnar hevur tað ikki roynst so væl hjá Víkingi:
-Hóast vit taptu á heimavølli ímóti ÍF og spældu javnt á útivølli ímóti TB, so eri eg heilt væl nøgdur við leikliga avrikið. Men tað eru málini, sum telja, og tá ið vit ikki megna at vinna úrtøku burtur úr møguleikunum og at vinna fulla úrtøku, so ber tað ikki til at vinna seg upp á toppin, ásannar Jógvan Martin Olsen.
Í báðum legunum verður sagt, at somu spælarar eru tøkir, sum síðsta vikuskifti vóru partar av javnleikunum í Trongisvági og við Margáir.