Tað er tungt hjá Toda

Mánakvøldið tapti Start í Bergen, og nú er alneyðugt at vinna toppuppgerðina, sum verður í Kristiansand sunnukvøldið

NOREG

Tað gongur ikki so væl hjá Start Kristiansand, sum tað gjørdi undan summarsteðginum. Mánakvøldið taptu teir 1-0 í Bergen móti Brann. Todi Jónsson var bara á vøllinum seinastu knappliga 20 minuttirnar.
Todi heldur seg sjálvan at vera nóg væl fyri at spæla. Síðani landsliðsferðina í Frakland og skaðan, sum helt honum burtur frá venjing í nakrar dagar, so hevur Todi vant við fullari ferð síðani næstsíðsta fríggjadag. Men Start venjarin, Tom Nordlie, segði undan uppgerðini í Bergen, at hann hevði tikið avgerð um, at Todi skuldi var á beinkinum, tí hann ikki rættuliga var komin fyri seg aftur.
Hóast Start heilt víst ikki hevur ráð at hugsa um annað enn fyrstu uppgávuna, sum stendur fyri framman, so kann tað kanska hugsast, at tað fyri venjaran er heilt avgerandi, at Todi verður førur fyri at spæla næsta sunnudag. Tá verða meistaramøguleikarnir hjá Start avgjørdir. Tað er einki sum eitur. Um Start ikki á heimavølli fær fulla úrtøku móti oddaliðnum Vålerenga, so verður NM møguleikin burtur.
Start hevði møguleika mánakvøldið at styrkja um sína støðu sammett við høvuðsstaðarliðið. Sunnudagin megnaði Vålerenga ikki meiri enn málleysan javnleik á heimavølli móti Lillestrøm. Men Start tók ikki av. Teir taptu 1-0 mánakvøldið, og teir spældu ikki væl.
Brann hevði leikliga yvirvág alla tíðina. Teir høvdu fleiri góðar møguleikar at gera mál, og um Start ikki hevði havt so stinnan málverja, so høvdu teir tapt við fleiri málum. Málið kom í 54. minutti. Eftir horna úr høgru varð stútað innfyri aftur úr vinstru, og so varð bólturin heilfluktaður í málið.
Start var í 4-3-3 uppstilling, ella er tað rættari at siga, at talan var um 4-5-1 uppstilling. Teir báðir í borðunum luttóku nógv í verjupartinum, og miðframherjin, Bala Garba, var fyri tað mesta einsamallur á toppinum. Luturin hjá honum var at renna eftir bóltinum, eftir at langar sendingar vórðu lagdar fram á vøllin, og tað var einki serliga hugalig uppgáva at hava.
Todi loysti Bala Garba av. Ta løtuna, tá ið Todi var á vøllinum, royndi Start at flyta fólkið longri fram í roynd at vinna eitt mál og harvið eisini eitt stig. Onkra ferðina var um reppið, at tað eydnaðist Toda at bróta ígjøgnum, men tað kom einki mál afturat.
- Nú skulu vit vinna sunnukvøldið á heimavølli móti Vålerenga. Um tað ikki eydnast, so hava teir so at siga tryggjað sær meistaraheitið, staðfestir Start venjarin Tom Nordlie.
Hjá trettan falda meistaraliðnum, Rosenborg úr Tróndheimi, gongur alt annað enn væl í landskappingini. Mitt í síðstu viku vunnu teir í europeisku meistarakappingini á útivølli í Grikkalandi. Talan var um framúr avrik. Leygardagin spældu teir á útivølli í Molde. Heimaliðið vann 4-1, og harvið er Rosenborg á triði aftasta plássinum. Vandin er stórur fyri, at Rosenborg skal flyta niður, og í norskum fjølmiðlum verður tað mett sum veruligur møguleiki, at tað skal koma har til. Meistararnir eru púra fyri ongum.
Viking Stavanger hevði í vikuskiftinum møguleika at blanda seg upp í meistarastríðið, men teir taptu 1-0 í Skien móti Odd. Lyn tapti 1-0 móti HamKam, og tað vil siga, at einki av fimm teimum ovastu á talvuni fekk fulla úrtøku.
Niðanfyri Rosenborg eru Bodø og Aalesund, sum í innanhýsis uppgerð í Aalesund spældu 1-1. Tromsø, ið hevur sama stigatal sum Rosenborg, vann 2-0 á Fredrikstad, sum tað hevur gingið heilt illa hjá síðani summarsteðgin.
Toppuppgerðin sunnukvøldið í Kristiansand verður at síggja á NRK1 rásini.