Tá Europa League blívur til Champions League

Europa League: Fýra feløg uttan stóra evropska søgu kempa um at koma í finaluna

Í kvøld verða fyrru hálvfinalurnar í Europa League kappingini. West Ham, Eintracht Frankfurt, RB Leipzig og Rangers hava ikki tær stóru vónirnar, um at vinna Champions League, so fyri tey er Europa League ein kærkomin møguleiki, at vinna eitt steyp í Evropa – og vinna sær rættin til Champions League komandi ár.

 

West Ham – Eintracht Frankfurt (20.00)

 

Fyri 46 árum síðani møttust somu liðini í hálvfinaluni í Cup Winner’s Cup, sum var kappingin fyri steypavinnarar. Tá vann West Ham hálvfinaluna, men tapti í finaluni. Týska Eintracht Frankfurt vann kappingina í 1980.

 

Nú møtast tey í hálvfinaluni í Europa League. West Ham vann samanlagt á franska Lyon, meðan Eintracht Frankfurt vann eitt sindur óvæntað á FC Barcelona í fjórðingsfinaluni. West Ham er ein lítil favorittur.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

West Ham: Areola; Johnson, Dawson, Rice, Cresswell; Souček, Noble; Bowen, Lanzini, Fornals; Antonio

 

Frankfurt: Trapp; Touré, Tuta, Hinteregger; Knauff, Sow, Rode, Kostić; Kamada, Lindstrøm; Borré

 

Leikbann: Jakić, Ndicka

 

RB Leipzig – Rangers (20.00)

 

Heimaliðið hevur í Christopher Nkunku ein av mest spennandi spælarunum, sum er í Europa League í løtuni. Heimaliðið er eisini favorittur, at vinna á skotaska Rangers, ið annars hevur bart móti yvirmaktini í hesi kappingini.

 

RB Leipzig hevur ein álopsketu við André Silva, Christophere Nkunku og Dani Olmo, sum væntast at finna málið, men tað telur niður, at Kevin Kampl, Willi Orbán og Mohamed Simakan hava leikbann. Rangers hevur vunnið á Borussia Dortmund fyrr í kappingini, so hví ikki eisini RB Leipzig?

 

Leipzig: Gulácsi; Klostermann, Gvardiol, Halstenberg; Henrichs, Laimer, Forsberg, Angeliño; Olmo; André Silva, Nkunku

 

Leikbann: Kampl, Orbán, Simakan

 

Rangers: McGregor; Tavernier, Goldson, Bassey, Barišic; Lundstram, Jack; Arfield, Aribo, Kent; Sakala