Tað fær eisini stóran týdning fyri Føroyar

Nú er ljóskastarin av álvara settur á flogferðsluna í Evropa, og tað fær eisini stóran týdning á okkum

Nú eru flogferðsluviðurskiftini í Evropa av álvara løgd undir sjóneykuna og í hesum sambandi fer ES at leggja eina vakstrarætlan fyri, hvussu flogferðslan í Evropa kann mennast.

 

Eisini danska stjørnin ætlar at leggja eina menningarætlan fyri danska flogvinnuna.

 

Magni Arge, Fólkatingsmaður staðfestir, at hetta fer eisini at fáa stóran týdning fyri Føroya, tí vit hava ikki yvirtikið flogmál frá donskum myndugleikum

 

Tí skipar Tjóðveldi fyri fundi í Norðurlandahúsinum í næstu viku, har ljós verður varpað á føroyska flogferðslu.

 

Í tí sambandi hevur Tjóðveldi á Christiansborg gjørt eina kanning, sum vísir hvussu stóran týdning flogvinnan hevur fyir føroyskan búskap sum heild.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr føroyska fólkatingsmannin, Magna Arge, greiða frá, hví hann heldur, at tað er neyðugt við einum fundi sum hesum.