-Tað gekk betur enn væntað


 

ÚTLAND


Sjónbandsupptøkan við bin Laden prógvar sambært amerikanarunum, at tað var hann, sum legði atsóknirnar 11. september til rættis.

Á bandinum sigur Osama bin Laden, at hann og menn hansara settu seg við útvarpslurtið tann 11. september, og at teir stutt eftir hoyrdu í tíðindunum, at eitt flogfar hevði rakt World Trade Center.

-Eg bað teir geva tol eina løtu, og so hoyrdu vit, at eitt flogfar afturat hevði rakt bygningarnar. Brøðurnir vóru ovurfegnir um tíðindini, greiðir bin Laden frá á bandinum.

Hann sigur eisini frá, hvussu hann og hansara menn høvdu roynt at rokna út, hvussu nógvir fíggindar fóru at doyggja í álopinum. Sjálvur hevði hann væntað, at flogførini fóru at oyðileggja tríggjar ella fýra hæddir í bygningunum, men at tann nógvi eldurin frá flogfarabrennievninum fór at gera, at tær ovaru hæddirnar fóru at rapa. At bygningarnir rapaðu í grund, hevði hann ikki væntað.

Amerikanarar siga, at sjónbandið varð funnið í einum húsum í býnum Jalalabad, men at upptøkan ætlandi er gjørd í Kandahar í november. Hvussu amerikanarar hava fingið fatur á bandinum, vilja teir ikki siga.

Eygleiðarar siga tað vera heilt vist, at bin Laden visti, at orðaskiftið varð sjónbandað, og at hann eisini ætlaði, at tað skuldi koma fram alment.

Hinvegin ivast fleiri amerikanskir fjølmiðlar í, at upptøkan er ektað.

Stóra sjónvarpsstøðin CNN vísti eisini á, at á sjónbandinum sigur bin Laden ikki, at tað var hann, sum skipaði fyri álopinum. Upptøkan er gjørd langt eftir tann 11. september, og hann visti tí alt, sum var farið fram, segði CNN.