Tað gongur ongan veg uttanlands

Fótbóltur: Jákup og teir mistu sigurin í evstu løtu, FCK hevur mist altjóða møguleikan og Leiftur tapti stórt í Vestmannaoyggjunum

Tað er synd at siga, at hóskvøldið var nakað at reypa av hjá feløgunum í superliguni, sum hava føroyskar spælarar á besta liðnum, og hjá teimum báðu føroysku landsliðsmonnunum, sum saman við Pálli Guðlaugsson eru á Ólafsfirði.

Jákup Mikkelsen og hinir í Herfølge høvdu vitjan av mest sum niðurflutta Aarhus Fremad. Herfølge legði bragdliga fyri, teir spældu væl, teir komu á odda, og tá tað restaðu fimm minuttir vóru teir frammanfyri 2-0. Men so kiksaði fyrstu ferð, og tá 90 minuttir vóru farnir, gjørdist ein av gestunum púra leysur mitt fyri, og so gloppu tvey stig Jákupi og teimum av hondum, og harvið er møguleikin fyri Europa Cup fótbólti í summar hjá føroyska landsliðsmálverjanum so gott sum burtur.

UEFA Cup var minsta málið hjá FCK, tá tað í heyst varð farið undir seinnu helvt av landskappingini, men árið er púra miseydnað, og altjóða fótbólturin er burtur. Lyngby er á fjórða plássinum, og við 3-1 sigrinum á FCK styrktu teir um sín møguleika fyri altjóða fótbólti.

FCK spældi væl eina góða løtu. Claus Nielsen legði teir á odda við góðum langskoti, og Thomas Thorningar og David Nielsen høvdu góðar møguleikar at økja um leiðsluna. So at siga burturúr ongum javnaði Lyngby, sum í 2. hálvleiki var meiri sannførandi og skoraði tvey mál.

Fyri fyrstu ferð síðani teir taptu móti Herfølge í Parkini var Todi Jónsson á vøllinum. Eftir 63 minuttir avloysti hann David Nielsen.

Eftir dystin staðfesti Brian Laudrup, at FCK avrikini í løtuni eru ikki verdug europeiskan fótbólt, og tað er væl skiljandi, at hann sigur soleiðis. Á liðnum hjá Lyngby vóru ikki færri enn seks spælarar, ið ikki hava verið fastir á besta liðnum. Teir avloystu skaddar og leikbannaðar liðfelagar.

AaB vann 2-0 á AB og fekk harvið hevnd fyri tapið í steypafinaluni. Brøndby var á útivølli móti AGF aftanfyri 3-0, tá tað restaði ein hálvur tími. Tað eydnaðist teimum kortini at javna, men tey bæði mistu stigini gera, at oddasessurin hjá AaB styrknaði nógv.


Leiftur stórtap

Jens Martin Knudsen, Uni Arge og Páll Guðlaugsson og hinir í Leiftri vóru í fyrrakvøldið í Vestmannaoyggjunum og spældu í fyrsta umfarinum í íslendsku landskappingini, ið verður nevnd Landssimadeildin, tí tað er íslendska telefonverkið, ið er høvuðsstuðul fyri kappingini.

Leiftursmenn fóru úr aftur oyggjunum við stórtapi í viðførinum. Leiftur legði bragdliga fyri, men teir fingu einki mál. Í 1. hálvleiki fekk heimaliðið eitt mál, og í seinna umfarinum fingu teir rættuliga ferð á og skoraðu fýra ferðir afturat. Stóri maðurin var toppskjúttin í fjør, Steingrímur Johannesson, sum skoraði fýra tey fyrstu málini.

Leiftur skal aftur í eldin mánakvøldið, tá teir fáa vitjan av KR úr Reykjavík. KR vann hóskvøldið 1-0 á heimavølli móti ÍA úr Akranesi. Veturin hevur ikki rættuliga slept takinum, og í gjáramorgunin var tað framvegis rættuliga hvítt á Ólafsfirði. Men gróður er komin í, og teir roknaðu við, at tað mánakvøldið fer at bera til at spæla á grasvøllinum.