Leygardagin tók íslendska gosfjallið Hekla at goysa. Hesaferð kom tað ikki óvart á íslendingar kortini, tí fyri fyrstu ferð nakrantíð, vistu jarðfrøðingarnir av tí áðrenn tað tók at rúka úr fjallinum.
? Tað fer at goysa úr Heklu um eitt korter ella so, segði tíðindamaðurin í útvarpinum og hann var ikki langt av leið.
Tveir tíðindamenn vóru á veg úr Reykjavík til Akureyrar tá boðini bórust og teir løgdu leiðina fram við Heklu. Tí bar til hjá teimum at fáa myndir av gosinum. Myndir, sum fá hava tikið undan teimum.
Sosialurin hevur frætt úr Íslandi, at tað gekk stutt tíð, so var ikki hugsingur um at fara nærhendis fjallinum.
Byrjaði ógvusliga
? Tá tað byrjaði sá tað út til at fara at gerast eitt av teimum heilt stóru gosunum, men longu sunnudagin minkaði tað rættuliga fitt og í nátt minkaði tað aftur, sigur Marentsa Poulsen, sum býr í Reykjavík.
Hon hevur, sum allir aðrir íslendingar fylgt við gosinum, sum ikki kom so óvart á íslendingar kortini
Tíggju ár ímillum
Tað er ikki ókent, at tað ganga júst tíggju ár ímillum hvørja ferð Hekla goysir.
Kortini vil íslendskur jarðfrøðingur verða við, at júst hetta millumbili er tað stytsta nakrantíð, tí tað eru ikki gingin meiri enn níggju ár síðani tað goysti úr Heklu seinast.
Sum nevnt bar hesaferð til hjá íslendsku jarðfrøðingunum at siga áðrenn at tað fór at goysa, og til tað er tað ein heilt serlig frágreiðing.
Íslendingar ganga nevniliga og bíða eftir tí stóra Suðurlandsgosinum, sum, sambært serfrøðingum, kann koma nær tað skal vera og skulu vit trúgva teimum, so er ikki ráðiligt at vera nærhendis tá tað gosið kemur.
Skrásetingarnar skulu geva íslendingum ein kjans at sleppa burtur úr økinum í góðari tí, so at mannalív ikki farast í gosunum og hóast tað ikki býr fólk í økinum við Heklu, so virkaði goseftirlitsskipanin so væl at íslendingar vistu tað eitt korter áðrenn.
Turistgos
Nú tað gekk so skjótt at Heklugosið minkaði burtur í einki siga íslendingar, at hetta var eitt turistgos.
Bilrøirnar á vegnum móti Heklu bera eisini á tað borðið, tí sunnudagin vóru bilrøðirnar heilar 4 kilometrar tá tær vóru longstar.
Meðan bilrøðirnar vóru upp á tað longsta brendi hann á við ódnarveðrið, sum menn ikki hava vita um í Íslandi í longri tíð.
Heili 1500 fólk sótu innistongd í bilum sínum á veg móti Heklu, og tey slupp hvørki aftur ella fram.
Ein stór fjøld av bjargingarfólki var úti til arbeiðis sunnukvøldið og úr íslendsku fjølmiðlunum frættist, at ikki síðani tað tóka at goysa í Vestmannaoyggjunum í januar í 1993, hevur so stórt bjargingar tiltak verið í Íslandi.
Í heila tikið er byrjanin upp á nýggja túsundára skeiðið ikki farin serliga við grannum okkara fyri vestan.
Fyri ikki so langari tíð síðani hendi størsta bilvanlukka í íslendsku søguni, síðani tók Hekla at goysa og sum ikki tað var nóg mikið, so kom stóra ódnarveðrið upp í leikin eisini.
Forsetin var og hugdi
Sunnudagin var íslendski forsetin Ólavur Ragnar Grímsson, unnusta hansara, Dorit og forsætisráðharrin Dávíd Oddsson og hugdu at gosfjallinum, men sýnið var ikki serliga gott.
Harafturímóti fingu íslendingar yvirhøvur nakað at tosað um, tí tá fjølmiðlarnir tosaðu við unnustuna hjá forsetanum um gosfjallið, svaraði hon teimum partvís á íslendskum.
So nú er løtan gloymd, tá íslendsku miðlarnir ætlaðu at gera eina gølu burturúr, at forsetin hevði funnið eina unnustu, so stutt eftir at kona hansara varð farin hiðani.
Hon doyði fyri ikki so langari tíð síðani av krabbameini.