Klaksvík:
Nógv er plantað seinastu árini og gjørt til at fríðka um Úti í Grøv uttanfyri Klaksvík. Ein góð gøta er gjørd norðanfyri ánna og longur uppi er ein snotislig brúgv gjørd.
Nú er býargartnarin farin í holtur við eina gøtu sunnanfyri ánna, og so aftur eina brúgv longur uppi í ánni, so tað slepst yvir um, skrivar heimasíðan hjá Klaksvíkar Kommunu.
Alt økið er frá náttúrunar hond vakurt og serskilt Økið kann eisini siga frá søgum undir krígnum, tá ið nógv fólk búið her úti. Men nú hava góðar gøtur og vakur vøkstur lagt lunnar undir eitt romantiskt og heilsugott økið, har friðsælan bert verður brotin av tíni vælveru.
Býargartnarin tráddi sínar barnaskógvar her saman við abba sínum Hans Jacob Joensen táverandi býargartnara, sum hevði ein serligan alsk til økið. Hans Hjalti Skaale, sum nú er býargartnari, hevur tikið tráðin upp eftir abba sín, og tí kunnu vit í næstum njóta enn meira gott av skilagóða og hegnisliga arbeiði hansara, verður sagt á www.klaksvik.fo