Tá grøðing vitjaði okkara heim

- Mítt ynski er, at samfelagsliga ríkidømið, sum Skaparin gevur okkum, verður rættvísari býtt millum teirra, sum her búleikast, sigur Jenis av Rana.

Hvat hevur tú at siga um árið 2013?

 

- Persónliga eri eg fyrst av øllum so ómetaliga glaður fyri ta grøðing, sum fyri ári síðani vitjaði heim okkara! Politiskt og samfelagsliga hilnaðist árið tíbetur væl frægari, enn mong spáddu.

Jenis av Rana gleðist um, at fólkaminkingin steðgaði á, og at arbeiðsloysistalið støðugt minkar!

- Harrin eigur æru og tøkk fyri tað ómetaliga ríkidømi, hann sendir okkum, og sum er grundarlagið fyri hesum framburði. Vóni, at vit í nýggja árinum fara at síggja upp aftur fleiri føroyskar hendur virka- og víðarivirka ein enn størri part av hesum ríkidømi.

 

Hvussu heldur tú nýggjár, og keypir tú fýrverk?

 

- Í ár verður alt øðrvísi. Elsti sonurin flutti heim leygardagin eftir 14 ár úti í heimi. Við honum flutti konan og tveir abbasynir, sjey og fimm ára gamlir. So, nú verður fýrverk bæði keypt og skotið. Annars verið eg við í árliga politiska nýttárskjakinum í sjónvarpinum.

 

Gevur tú nýggjárslyfti?

 

- Nei, tær broytingar í kósini, sum mugu gerast, bíða ikki eftir nýggjárinum, men verða gjørdar so hvørt!

 

Hevur tú nakað nýggjársynski?

 

- Fleiri, lat meg avmarka meg til hesi: At ein andalig veking byrjar, har vit venda okkum til hin livandi Gud og seta Jesus í hásæti í lívi okkara. At allir føroyingar verða bjóðaðir vælkomnir til Føroya, eisini teir 40, sum hvørt ár verða noktaðir at síggja dagsins ljós. At samfelagsliga ríkidømið, sum Skaparin gevur okkum, verður rættvísari býtt millum teirra, sum her búleikast. At sjúkur, hjúnaskilnaðir, ágangur móti børnum og vaksnum og alheims stríð og forfylging mugu steðga, og at ein sterkari hond verður rætt teimum á skuggasíðu lívsins!

 

Hvussu metir tú útlitini fyri 2014?

 

- Seta vit álit okkara á Skaparan, taka saman hendur, hyggja fram eftir og samstarva, fer at eydnast at gera Føroyar enn liviligari hjá øllum, sum hava valt hesar fantastisku oyggjar til heimstað. Alheimsstøðuni mugu vit biðja fyri, tí um allan heim stríðast medmenniskju okkara eitt óskiljandi stríð móti kreftum, sum royna at oyðileggja, drepa og forkoma. Gævi, at tað í 2014 eydnast at skapt frið millum menniskju! sigur Jenis av Rana.