Fyrsta grannauppgerðin í Runavíkar kommunu í ár verður í dag. NSÍ fer yvirum fjørðin at vitja á Skála.
Fótbóltshugaði borgarstjórin hevur fyrst í kappingarárinum havt fyrst NSÍ spælararnar og síðani Skála spælararnar til døgurða, og nú hevur hann sett steyp út til liðini at kappast um. Skálafjarðarsteypið eitur tað.
Liðið, sum vinnur ídag, fær steypið í varðveitslu. Um tað endar javnt, so verður brotssparkskapping um at fáa steypið í varðveitslu. Um hitt liðið skal fáa fatur á steypinum, so skal tað vinna næsta dystin. Javnleikur ber við sær, at steypið verður hjá liðnum, sum vann fyrsta dystin.
Tað liðið, sum er best í innanhýsis dystunum í ár, fær steypið í varðveitslu til næsta kappingarár.
Liðið, sum vinnur steypið trý ár, fær tað til ognar.
At talan er um steypadyst krydrar undirhaldið.
Í dag snýr tað seg um og harvið plasering á støðutalvuni. Tað kavaði fyrr í morgun, men tað verður eingin trupulleiki at spæla fótbólt á Skála seint seinnapartin.
-Vit vóru væl nøgdir við 2-0 sigurin ímóti TB, men eg var ikki nøgdur við úrslitið. Tað var positivt, at vit spældu okkum til møguleikar, men vit vóru óneyvir og misnýttu fleiri ferðir risamøguleikar. Tað gongur ikki í dag, um vit skulu hugsa um at vinna stig ímóti NSÍ, sigur Skálavenjarin Eyðun Klakstein.
Tað er smeitur hjá Skála, at fremsti álopsspælarin, Søren B. Nielsen, er so mikið darvaður av skaða, at hann ikki er førur fyri at spæla.
Eftir tvey umfør er NSÍ framvegis ósigrað. Eftir tepran heimasigur ímóti EB/Streymi eydnaðist tað at at vinna javnleik ímóti meistarunum í HB í øðrum umfari.
Petur Knudsen er darvaður av skaða í økslini, og Øssur Dalbúð er langtíðarskaddur.
Bárður J. Hansen er tøkur aftur eftir vøddaskaða.
-Royndirnar siga, at tað altíð er tætt og spennandi, tá ið vit spæla ímóti Skála, og tað er neyðugt við rætta hugburðinum og grammleikanum, um vit skulu vinna á Skála, sigur NSÍ hjálparvenjarin Jens Martin Knudsen.
Skála - NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 17.00