Tað heftir einki fyri Víkingi

1.DEILD: Heimaliðið vann grannauppgerðina í Leirvík rættiliga trivaliga’

Víkingur var undan dagsins grannauppgerð á Brekku í Leirvík topplið, og grannarnir í KÍ vóru á fjórða plássi.

Víkingur var undan sætta umfari trý stig frammanfyri KÍ. Nú er munurin seks stig. Víkingur vann 4-1 ídag eftir at hava verið frammanfyri 4-0 í steðginum.

Óla Kristian Skála Jacobsen setti hol á í 9. minutti, og fýra minuttir seinni økti Hans Jákup Lervig um munin til 2-0. So gingu tað bara sjey mínuttir, áðrenn tað aftur var mál. Milan Svojic, sum síðstu ferðirnar hevur verið á beinkinum í bestu deildini, var málskjútti, og Mikal á Reynatrøð skoraði til 3-0, tá ið ein stórur hálvur tími var farin.

Tá høvdu bæði liðini mist ein mann. Mikkjal á Bergi hjá KÍ sá reytt fyri neyðbremsu longu í 12. minutti, og tá ið hálvur tími sá Tonni J. Thomsen hjá heimaliðnum reytt fyri ógvusligt fríspark.

Tað var ikki fyrr enn tað restaði ein minuttir, at Bárður Johnson Heinesen minkaði um munin, so úrslitið varð 4-1.