Tað hendir nógv í kirkjuni

Komandi týskvøld skipar kirkjuráðið við Hoyvíkar kirkju fyri einum kunnandi
fundi um tað sum fer fram í kirkjuni.

Liðin eru skjótt fimm ár síðani kirkjan varð vígd, og hesi árini hava verið

hildnar gudstænastur regluliga.

So líðandi eru eisini onnur tiltøk vorðin fastur táttur í kirkjuliga

arbeiðinum, so sum sunnudagsskúli, Vøggusangur, Andaktsløta og annað.

Á fundinum verður nærri greitt frá øllum hesum, og hvussu fíggjarstøðan er,

og hvørjar ætlanir liggja fyri framman í kirkjuni og kring um hana.

Ætlanin er somuleiðis at geva fólki høvið at seta fram spurningar í hesum

sambandi og annars skipa so fyri, at kirkjuráðið og kirkjufólkið kunnu hava

eina hugnaliga løtu saman.

Kirkjufundurin verður hildin í Hoyvíkar kirkju týsdagin 20. mars og byrjar

klokkan 19:30.