Tað kann gerast heilt spennandi

Á Norðoyastevnu vóru ábendingar um, at møguleiki kann verða fyri fleiri nýggjum vinnarum, tá ið annnar FM róðurin verður í Hósvík í morgin

Kappróður

 

Longu í morgin verður annar FM kappróðurin í ár. Fyrsti róðurin var í Klaksvík síðsta leygardag, og næstu vikurnar verður kappróður á skránni hvønn leygardag fram til 12. juli. Tá verður Vestanstevna, og so verður steðgur fram til á Ólavsøku.

Í Hósvík eru teir farnir undir fyrireikingarnar til FM róðurin á Sundalagssstevnu, sum verður í morgin. Har verður róð á øllum trimum teinunum – 1000, 1500 og 2000 metrum – og hann sigur frá hampuligum høgættarveðri. Hitin verður kanska upp í 10 stig, og vindurin verður 5-10 metrar um sekundið. Tað verður skýggjað loft og okkurt ælið verður eisini.

Eingin ivi er í, at tað hevur týdning fyri kappingina, at bestu bátarnir frá Norðoyastevnu og harvið favorittarnir hesa ferð nú hava hvønn annan undir liðini. Intensiteturin verður størri, enn tað er møguleiki fyri, at hann kann verða, tá ið tað kann vera heilt langt ímillum teir, sum eru í harðari kapping, og so kann tað ikki útilokast, at umstøðurnar at rógva kunnu vera rættiliga ymiskar, tá ið tað eru langur teinur ímillum bátarnar.

 

Tættar kappingar

Á Norðoyastevnu vann Drekin róðurin millum gentubátarnar. Hvassi, sum í fjør stóð seg so ógvuliga væl, var næstur gentunum í Havnar Róðrarfelag. Nú er báturin av Oyri so tætt við at vera í heimasjógvi, sum tað ber til, og genturnar av Eysturoyarlandinum í Sundalagnum fara ivaleyst at leggja alt og kanska meiri enn tað fyri í royndini at endurvinna sigurin, sum tær vunnu á Sundalagsstevnu í fjør.

Kvinnurnar umborð á Sílinum vóru á Norðoyastevnu eina bátslongd frammanfyri Frúnna, sum hesa ferð tykist vera einasti avbjóðari. Í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum verður tað kappast hesa ferð. Tað var ikki fyrrenn fríggjadagin í síðstu viku, at tað varð greitt, at Jarnbardur og Gongurólvur fóru at kappast á Norðoyastevnu.

Dreingirnir umborð á Sílinum vunnu mest sannførandi sigurin av øllum á Norðoyastevnu. Havfrúgvin og Junkarin vóru í tættari kapping um næstfremsta plássið. Tað er torført at ímynda sær, at hesir báðir bátarnir, sum í morgin fara at rógva hvørju sínu megin Sílið, kunnu megna at veita havnardreingjunum kapping um fremsta plássið. Men nú fæst at síggja.

Sundabáturin var í Klaksvík eina bátslongd undan Tvørabátinum, og Heiðabáturin var eina stóra bátslongd frammanfyri Argjabátin. Sambært úrslitini á Norðoyastevnu er lítið sannlíkt, at Sundabáturin og Heiðabáturin fara at fáa kapping frá øðrum enn hesum báðum.

Tað kennist sum sannur aldudalur, at tað bara luttaka tvey 10-mannafør. So lítil hevur luttøkan ongantíð verið áður, síðani tað í 1973 varð farið at kappast um FM eftir galdandi skipan, og tað skal leitast væl og leingi langt aftur í tíðina fyri at finna so lítla luttøku í kappingini, sum plagar at vekja størst áhuga millum áskoðararnar. Tíbetur vísti tað seg á Norðoyastevnu, at talan er um tætta kapping, og hóast Ormurin eftir fínan start stýrdi kappingini og vann trivaligan sigur á Havnarbátinum, so bendir alt á, at tað eisini í Hósvík fer at verða tøtt kapping, hóast tað longu frammanundan er greitt – og tað er spell – at vinnarin verður í Suðurstreymi. Klaksvíkingur, Eysturoyingur, ein bátur úr Suðuroy og Vestmenningur høvdu av sonnum prýtt um kappingina.