Hevði landskassin stuðla skipasmíði í Føroyum meiri, kundi tað lættliga verðið ein týðandi inntøkukelda hjá okkum. Tað heldur Johan Eli Poulsen, sum hevur sæti á tingi fyri Fólkaflokkin og nú vil hann hava Helga Abrahamsen, landsstýrismann í vinnumálum, at greiða frá, um hann hevur nakrar ætlanir á hesum øki.
Hann vísir á, at føroyski fiskiskipaflotin er gamal og uppslitin og avleiðingin av tí eru bæði tað, at umstøðurnar hjá manningini, og raksturin hjá reiðaríunum, eru munandi verri, enn gott er. Fleiri reiðarar hava í hyggju at byggja skip, men tann stóri trupulleikin er, at tað er ov dýrt at byggja í Føroyum.
Somuleiðis vísir hann á, at aðrastaðni hava tey ymsar stuðulsskipanir og skulu skipasmiðjurnar her á landi hava nakran møguleika at kappast, má stuðulin til skipasmíð hækka munandi.
– Hettar hevði ført við sær, at fleiri skip høvdu verið bygd í Føroyum og føroyska vitanin innan skipasmíð hevði verið økt munandi, og tað hevði verið øllum at frama, sigur løgtingsmaðurin.
Nógv verður tosað um grøna orku og vita vit, at fiskiflotin stendur fyri umleið helminginum av útlátinum. Eldri skip dálka munandi verri enn nýggj skip, tí kann hettar eisini vera ein íløga í ta grønu kósina, heldur hann.
Somuleiðis minnir hann á, at tá ið siglingarleiðin í Arktis er tikin í fulla nýtslu, liggja vit mitt á leiðini og tí liggja vit væl fyri at veita skipum tænastur og veitingar.
– Hetta kann helst lættliga gerast ein týðandi inntøkukelda hjá okkum í framtíðini, heldur Johan Eli Poulsen.
– Vit hava sera dugnaligar fólk at veita skipum veitingar og tænastur og styrkja vit við enn meira um vitanina og royndirnar hjá hesum veitarum, er vinningurin stórur fyri okkum sum land, leggur hann afturat.