Tað kiksaði hjá favorittunum

5-MANNAFØR DREINGIR: Royndin Fríða og Jallurin duttu beinanvegin burtur ímillum, og so tóku teir í høvuðsstaðnum av

Seinastu árini hevur gongdin hjá annars sigursvanda Havnar Róðrarfelag ikki verið góð. Leygardagin boðaðu úrslitini í dreingjakappingini frá, at tað er vón fyri stavn: HR var í hesi kappingini umboðað av bæði Drekanum og Sílinum, og báðir bátarnir megnaðu heiðursmerkjapláss.
Drekin vann, og Sílið endaði á triðja plássi. Blikur av Argjum vann silvur, og harvið endaðu øll heiðursmerkini í høvuðsstaðnum. Á Norðoyastevnu vóru hesir tríggir ávikavíst nummar 4, 5 og 3. Hesa ferð var munurin sera lítil, og í endaspurtinum tóktist tað sum um, at teir allir tríggir í lítlum løtum vóru fremstir.
Á Norðoyastevnu vann Royndin Fríða, og Jallurin var næstfyrstur. Hesa ferð hilnaðist tað ikki so væl hjá hesum báðum favorittunum: Royndin Fríða aftast, og Jallurin var nummar sjey.
Hesir báðir lógu borð um borð mitt í feltinum, og tað var eingin enda á óhappunum. Á Royndini Fríðu vóru teir so óhepnir, at róðrið brotnaði, og Jallurin fekk sera vánaligan start. Tað tóktist sum um, at óhappið á Royndini Fríðu eisini ávirkaði dreingirnar í Róðrarfelagnum Knørri.
Úrslitið ber við sær, at FM kappingin er víðopin. Á Jóansøku, sum verður á Tvøroyri leygardagin, fer ivaleyst ábending at fáast um, hvussu styrkismunurin er millum teir, sum higartil hava verið á heiðursmerkjaplássunum. Tá verður Drekin mitt í feltinum, og Blikur og Sílið verða undir hvør sínum borði á Drekanum. Úrslitið á Sundalagsstevnu ber við sær, at Royndin Fríða verður í uttasta geiranum.

1 Drekin 05:20.03
2 Blikur 05:20.17
3 Sílið 05:20.22
4 Havfrúgvin 05:21.20
5 Erla Kongsdóttir 05:23.04
6 Frúgvin 05:23.15
7 Jallurin 05:24.08
8 Fípan Fagra 05:27.17
9 Svanur 05:30.22
10 Teistin 05:31.02
11 Firvaldur 05:32.00
12 Pílur 05:32.15
13 Sandingur 05:48.03
14 Tjógvin 05:58.05
15 Royndin Fríða 07:00.00

Støðan
Blikur 11
2 Drekin 11
3 Sílið 8
4 Royndin Fríða 7
5 Jallurin 7
6 Frúgvin 4
7 Havfrúgvin 4
8 Erla Kongsdóttir 3
9 Pílur 1
10 Fípan Fagra 0
11 Firvaldur 0
12 Sandingur 0
13 Svanur 0
14 Teistin 0
15 Tjógvin 0