Tá Kristian Djurhuus vildi hava Heðin Brú til løgmann

Eftir løgtingsvalið í 1958 var nýtt landsstýrið skipað. Men tað var ikki uttan stríð.

Kristian Djurhuus, sum var løgmaður fyri Sambandsflokkin í landsstýrinum, sum sat frá 1950 til 1958, hevði gjørt greitt, athann fór ikki í eitt landsstýri við Petur Mohr Dam sum løgmanni.

 

Tað kann lesast í grein í Siðsøguni í Sosialinum í dag, har Óli Jacobsen skrivar úr endurminningunum hjá Kristiani Djurhuus, sum var løgmaður í trimum landsstýrum í tilsamans 10 ár.

 

Á valinum hevði Javnaðarflokkurin vunnið stórsigur og gjørdist størsti flokkur við 8 tingmonnum. Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin fingu 7 hvør, Fólkaflokkurin 5, Sjálvstýrisflokkurin 2 og Framburðsflokkurin 1.

 

Tá samráðingarnar ikki gingu so væl millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin og Fólkaflokkin – og boð vóru eftir Sambandsflokkinum, tá hevði Kristian Djurhuus í sínum stilla sinni hugsað eina heilt alternativa loysn, skrivar hann í endurminningunum:

 

»Annars kom tann hugsan til mín, at um tað ikki eydnaðist at skipa eitt politiskt landsstýri, so kundi tað vera vert at royna eitt, sum ikki var politiskt við monnum, sum vóru serkønir innan tey ymisku økini. Tað kundi til dømis vera Jákup Kass av Strondum, Hans Jákup Jacobsen (Heðin Brú) og Thomas Nygaard, rektari«.

 

Heðin Brú var ikki virkin politikari, stillaði ongantíð upp til val. Men hann var virkin limur í Javnaðarflokkinum. Og eftir løgtingsvalið í 1950 var ætlanin, at hann skuldi gerast løgmaður í samgongu millum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin. Men tann ætlanin varð av ongum, tá Sambandsflokkurin brádliga hálsaði um og skipaði tvíflokkasamgongu saman við Fólkaflokkinum.

 

##med2##