Tað lønaði seg at steingja Føroyar fyri ferðafólkum

Átakið hjá Visit Faroe Islands er tilnevnt virðisløn í Cannes

Bæði í fjør og fyrrárið vann Visit Faroe Islands virðisløn á stórfingnu PR-stevnuni Cannes Lions í Fraklandi. Tað vóru tey bæði lýsingarátøkini Sheep View og Faroe Islands Translate, sum vórðu heiðrað tá við at vinna ávikavist gull og bronsu.

Og í ár hava føroyingar mín sann enn einaferð gjørt um seg í Cannes. Hesaferð er tað við átakinum “Closed for maintenance - Open for voluntourism”, sum Sansir og Mensch gjørdu saman við Visit Faroe Islands í vár.

Átakið hevur fingið tvær tilnevningar, og Tór Verland Johansen, stjóri í Sansum, fegnast um tilnevningina.

- Hesum eru vit nokkso errin av á Sansum, tí bara tað at verða tilnevnd í Cannes er sum at koma í eina finalu móti teimum bestu av teimum bestu í heiminum. Vit eru tí spent at vita, um Føroyar í annaðkvøld - triðja árið á rað - vinna leyvu í Cannes, skrivar hann á facebookvanga sínum í kvøld.

Stevnan The Cannes Lions Festival of Creativity verður hildin í juni mánað á hvørjum ári, og hetta er at rokna sum heimsins størsta tiltak í marknaðarførings- og lýsingaheiminum.

##med2##

 "Closed for Maintenance - Open for voluntourism"

Markanaðarátakið "Faroe Islands Closed for Maintenance - Open for voluntourism" fór sum rótasúpan kring heimin, tá tíðindini um hetta bórust. Tað snýr seg í stuttum um, at Føroyar vórðu stongdar fyri ferðafólk seinasta vikuskiftið í apríl, tí landið skuldi umvælast.

Sjálvboðin ferðafólk, sum vildu hjálpa við umvælingini, vóru tó vælkomin. Í hesum sambandi var pláss fyri umleið 100 ferðafólkum, sum kundu melda seg sum sjálvboin. Tey fingu ókeypis kost og uppihald fyri at hjálpa til at umvæla gøtur og annað hetta vikuskiftið. Hetta hevur fingið óvanliga nógv uppmerksemi frá altjóða miðlum - júst eins og hini átøkini Sheep View og Faroe Islands Translate.