Tær umborð á Rádna í Fuglafirði vunnu í fjør allar róðrarnar, og tær løgdu bragdliga fyri í nýggja róðrarárinum, tá ið tær í dag vunnu á norðoyastevnu.
Í fjør var Rádni hvørja ferð so nógv fremstur. Í dag legði Rádni best fyri í startspurtinum, men tað var skjótt, at Sølmundur hevði hug at bjóða av. Í fjør var spurningurin sum oftast, hvussu stórur munurin skuldi vera millum Rádna og næsta bátin.
Í dag slitnaði tað ongantíð sundur. Sølmundur helt tørn allan vegin. Onkra løtuna var munurin eitt sindur meiri enn ein hálv bátslongd, og onkra aðra løtu var hann bara skuturin. Tá ið bátarnir fóru um málið, var tað minni enn eitt sekund frá Rádna og aftur til Sølmund.
Fortuna úr Vestmanna var greitt nummar trý, og vertirnir úr Klaksvík umborð á Páll Fanga var aftastur.
1.Rádni 04.59.11
2.Sølmundur 05.00.18
3.Fortuna 05.17.19
4.Páll Fangi 05.21.03