Tað loysnaði hjá Toda og teimum

Start vann útidystin ímóti Viking 3-0, og harvið fekk liðið hjá Toda Jónsson fyrsta sigurin í tippuliguni í ár. Todi byrjaði dystin á vøllinum, og sambært heimasíðuni hjá Start stríddist hann manniliga. Todi fekk tó ikki skorað hesaferð, og eftir ein slakan tíma fór hann av vøllinum. Málini hjá Start skutu Alexander Ødegaard, Jon Midttun Lie og Atle Roar Håland, og hetta vóru fyrstu málini, sum Start skorar í tippuliguni í ár. Dysturin ímóti Viking í Stavanger var tann fjórði dysturin í kappingini.