Afturfyri kravdi Fólkaflokkurin, at fólkaatkvøða skuldi vera í teimum ymisku kommununum soleiðis, at ein fólkslig tilgongd varð tryggjað.
So kom Jógvan á Lakjuni og segði, at langt var á mál, og at kravið um fólkaatkvøðu merkir, at tær kommunur, sum ikki vildu leggja saman, heldur ikki skulu leggja saman.
Fólkaflokkinum líkt, gjørdist totalur forvirringur í leypi av einum fyrraparti.
Jørgen Niclasen er ofta so taktiskur, at hann sjálvur dettur um sín egna taktikk. Um tað veruliga eydnast honum at sannføra sínar samgonguflokkar um at slaka fyri kravi um, at hvør kommuna sær avger, um hon vil leggja saman ella ikki, so er kommunalreformurin deyður á hesum sinni. Hann er ikki bara deyður – tilgongdin er skotin langt aftur í tíðina.
So vónandi dugir samgongan at gjøgnumskoða avleiðingarnar av kravi Fólkafloksins. So er betur at sleppa ætlanini, soleiðis sum Annika Olsen viðmerkir á Portalinum.
Fólkaatkvøðan
At fáa ein nýggjan kommunalreform er alneyðugt. Nýggja kommunulógin er tí so yvirornað neyðug og hevur verið ávegis so leingi, at verður talan um fólkaatkvøðu - fyri at tryggja eina fólksliga tilgongd - eigur alt Føroya fólk at sleppa at siga sína meining um lógina.
Tí er tað einasta rætta, at nýggja kommunulógin verður send út til Føroya fólk at atkvøða um. Vinnur lógin frama, skal hon setast í verk – um ikki, so eiga vit at viðurkenna hetta og broyta kommunulógina samsvarandi hesum.