- Tað ræður um at vera ansin í hálkuni

Landsverk ávarar. Hóast várið so smátt er byrjað, er eingin trygd fyri, at ikki hálka framvegis kann koma fyri.

Hóast várið so smátt er byrjað, er eingin trygd fyri, at ikki hálka framvegis kann koma fyri. Soleiðis var í nátt og í morgun, har 18 saltbilar hjá Landsverki løgdu frá landi klokkan fimm í morgun fyri at fáa saltað landsvegirnar, áðrenn vanliga morgunferðslan byrjaði. Hagtøl hjá Landsverki frá 2007 og frameftir vísa, at nøkur ár sleppur hálkan ikki endaliga sínum taki, fyrr enn umleið hálvan mai.

- Tí ræður um at vera serliga ansin, tá hitin nærkast frostmarkinum, sigur Landsverk.

Hyggja vit eftir vetrinum í ár, er hetta hálkudagur nummar 71 í røðini síðani tann fyrsta, sum var 26.oktober í fjør. Í alt í ár hevur Landsverk nýtt umleið 1.700 tons av salti og 470 rúmmetrar av saltlaka til at fyribyrgja hálku fram til í dag.

Mótsatt nógvum øðrum árum, hava vit ikki havt serliga nógvan kava hendan veturin, hóast tað um mánaðarskiftið januar-februar kom nógvur kavi niður. Hetta darvaði ferðsluni í nakrar dagar, millum annað máttu Bygdaleiðir avlýsa fleiri rutur onkran av døgunum.

- Tað er framvegis kuldi í luftini, so ikki er óhugsandi, at tað aftur verður hált í nátt og út móti morgni, so tað ræður um at vera ansin, tá farið verður til arbeiðis aftur í morginárið, sigur Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki í Norðurøkinum.