Tá rættartrygdin verður skúgvað til viks

Um lógaruppskotið um afturrindan av heilsutrygdargjaldi.

Tíðindaskriv:

 

Fyri at skilja samanhangin í uppskotinum er neyðugt at greiða frá, hvat §154b í skattalógini hevur at gera í hesum.

Tað er okkara greiða fatan, at henda lógargrein í skattalógini hevur ikki pláss í hesum málinum, men at hetta eru serskild mál, sum onki hava við hvørt annað at gera.

Tað er eisini neyðugt at skilja tilgongdina fram til uppskotið, og hví tað er komið hartil, at tað er lagt fram.

§154b í skattalógini

Greinin snýr seg um frádrátt fyri sosial gjøld, goldin í øðrum norðurlandi. Men í praksis snýr tað seg um Noregi.

Hetta verður ikki galdandi millum ríkispartarnar, og vit vita ikki um nakran, sum arbeiðir í Íslandi, Svøríki ella Finlandi, sum hevur hesa avbjóðing.

Tískil er tað einfalt halda seg til norsku skipanina, Folketrygd. Í Noregi arbeiða hópin av føroyingum og øll, sum arbeiða fyri norskan arbeiðsgevara á landi í Noregi, á boripallum á norska landgrunninum ella sigla við skipum við norskum flaggi, skulu gjalda hetta gjaldið, ið fíggjar allar vælferðartænastur í Noregi. Stórtingið ásetir gjaldið á hvørjum ári, hvussu stórt gjaldi skal vera. Í nógv áratíggju hevur tað verið 7,8 – 8,2 % av lønini fyri arbeiðstakarar, og arbeiðsgevarar skulu leggja áleið tað dupulta afturat.

Áðrenn 2012 var tað so, at 8,2% varð tikið av lønini saman við skattinum. Síðan var skattur rindaður í Føroyum av somu upphædd. Og harafturat var vanligur A-skattur goldin í Føroyum fyri øll útgjøld, sum stóðust av inngjaldinum.

Í 2012 samtykti eitt samt Løgting, við atkvøðutalinum 30-0-0, at hetta gjaldið, sum í Noregi er ein partur av skattinum, skuldi kunna dragast frá føroyska skattinum. Tá kom §154b í skattalógina. Framvegis verða øll útgjøld frá norsku skipanini, dagpengar av ymsum slag, barnapengar, arbeiðsloysisstuðul og pensjón, skattað sum A-inntøka í Føroyum.

Eftir at greinin varð avtikin í 2024, eru vit aftur í støðuni frá áðrenn 2012, har upphæddin verður tví- ella trýskattað.

Frítøka fyri heilsutrygdargjald

Í januar 2013 kom ein fyrispurningur frá einum limi í Antares, um tað var rætt at vit rindaðu fyri sosialar tænastur í tveimum londum samstundis. Tað vistu vit ikki, og tí fór spurningurin til Heilsumálaráðið og Almannamálaráðið.

Málsgongdin har var so trek og ófantalig, at málið í 2014 var kært til kærunevndina í almanna- og heilsumálum. Kærunevndin gjørdi av at tað ikki var rætt og at sambært norðurlendsku konventiónini um sosiala trygging, sum Føroyar hava verið partur av síðan 2009, eigur bara at gjaldast í einum stað, fyrst og fremst í arbeiðslandinum. Síðan verður víst til stýrisskipanarlógina, §55, ið staðfestir at um ein føroysk lóg stríðir ímóti einum millumtjóða sáttmála, sum Føroyar eru partur av, er sáttmálin omanfyri heimligu lógina.

Eftir at avgerðin í kærunevndini var tikin, hendi sera lítið. Heilsutrygd stakk høvdið í sandin og lætst ikki um vón. Ikki fyrr enn í juli í 2020, tá Heilsutrygd og Taks hvørki høvdu fingið svøvnfrið ella matnáðir í næstan 6 ár, vórðu tveir okkara stevndir at viðurkenna at vit áttu at gjalda heilsutrygdargjaldið.

Men Føroya Rættur var ivaleysur og staðfesti avgerðina hjá kærustovninum í november 2021.

Síðan roynir Heilsutrygd málið í Eystara Landsrætti, men har verður avgjørt í august 2023 at Heilsutrygd hevur ikki sakarmálskompetansu móti okkum og síðan avger Landsrætturin at staðfesta dómin í Føroya Rætti.

At enda søkir Heilsutrygd um at sleppa at royna málið í Hægstarætti, men í februar 2024 sýtir Procesbevillingsnævnet teimum hesum.

Síðan hendir sera lítið í meira enn 1 ár, til hetta lógaruppskotið, LM-057/2024, kom í løgtingið.

 

Lógaruppskotið, LM-057/2024.

Hetta lógaruppskotið, sum eftir øllum at døma er fyrireikað í skundi, nú 5 minuttir yvir 12, hóast málið hevur 12 ára jubileum hin 3. mars 2025, er ein framsýning í absurditeti.

Umframt at vera ein háðan móti tí samda løgtingið, ið samtykti §154b í 2012, sí §1, stk. 2 og §3, stk. 2 í uppskotinum, er hetta eisini ein háðan móti kæru- og rættarskipanini, ið hevur gjørt av at vit skulu fáa pengarnar aftur.

Tað eru, sambært dómsavgerðunum, Heilsutrygd og Taks, sum hava kravt inn av órøttum. Men hóast tað, so skulu persónarnir, sum hava verið fyri órættinum, nú sjálvi til at grava í sínum gomlu skjalagoymslum, tey sum hava slíkar og í norskum skipanum, fyri at kunna søkja um rættvísi. Fleiri hava helst ikki goymt alt, og fleiri hava ikki møguleika og førleika til at leita í norskum skipanum. Soleiðis hevur Heilsumálaráðið longu sáldað nøkur frá.

Men fyri tey, ið hava skjalprógvini, sum kravd eru í lógaruppskotinum, eru ikki allar súður syftar.

Tí eftir at Taks hevur brúkt síni 7 ársverk, hetta sambært stjóranum á Taks, verður úrslitið fyri hvønn einstakan 0 kr.

Hetta hevur sína einføldu orsøk. Tí tá fólk hava prógvað, at tey hava goldið gjaldið til Folketrygd, skal henda upphædd dragast frá endurgjaldinum fyri heislutrygdargjaldið, goldið av órøttum.

Heislutrygdargjaldið er 0,6% av skattskyldugu lønini og kr. 175 um mánaðin. Gjaldið til folketrygd er 8,2 % av bruttolønini.

Her kann eg til stuttleika nevna at í 2021 rindaði eg kr. 6000 til Heilsutrygd og kr. 67.000 til Folketrygd, sum eg fekk frádrátt fyri eftir §154b í skattalógini. Fara vit at draga 67.000 frá 6000, verður ikki nógv eftir til útgjald.

Fara vit at royna at skilja eitt tilsvarandi gjald sum heilsutrygdargjaldið burtur úr norska gjaldinum, fáa vit helst ein beinan fremstafingur til svar frá NAV. Tað vita vit, tí vit hava roynt.

Fyri at kunna søkja um frítøku og endurgjald frá Taks, má mann soleiðis gjalda ella hava goldið gjaldið í Noregi.

Tað eru tey somu fólkini, sum í sama tíðarskeiði hava goldið til Heilsutrygd og til Folketrygd.

Tí má tað standa øllum greitt at roknistykkið hjá Taks er, sum í døminum omanfyri, rættiliga negativt, og tá øll eru júst í hesi støðu, fáa øll sama úrslit og ikki ein króna verður útgoldin nøkrun. Hetta er ein óreingiligur matematiskur veruleiki.

Tí er lógaruppskotið púra absurd, og um tað verður samtykt sum er, verður tað púra absurd at søkja og púra absurd hjá Taks at viðgera umsøknir.

Og ikki minst er tað púra absurd at Heilsutrygd skal hava lógarheimild at endurgjalda tað, sum øll rættarskipanin hevur gjørt av at vera kravt inn av órøttum.

Spurningurin, sum stendur eftir, man vera um Heilsumálaráðið visti av hesum og tilvitað heldur okkum øll fyri gjøldur, rættarskipanina, borgarar, løgtingið og Taks, við vón um at vit ikki gjøgnumskoða tað, ella um tey ikki vita, hvat tey fáast við. Uttan mun til hvat svarið er, er tað álvarsligt.

 


Vinaliga

Dánjal Jákup Meinertsson

Fyrrverandi formaður í Antares og annar av teimum saksøktu (og frífunnu)