Tað regnar á Regin

Sera góða gongdin hjá Bakkafrost sæst aftur hjá forstjóranum Regin Jacobsen, sum saman við mammu síni eru størstu einstøku eigarar í Bakkafrost. Tey bæði eru 224 milliónir krónur ríkari í dag enn fyri júst einum ári síðani. – Vit hava ongar ætlanir um at selja partabrøvini, tvørturímóti, sigur Regin Jacobsen.

Regin Jacobsen heystar nú av sonnum ágóðan av tí fyritøku, har hann hevur verið stjóri síðani 1989. Regin Jacobsen er at kalla føddur inn í familjufyritøkuna. Hann var tvey ára gamla, tá pápin Hans og pápabeiggin Róland stovnaðu Bakkafrost í 1968. Sum ein av fyrstu fyritøkunum fór Bakkafrost undir alivinnu í 1989. Í 2010 varð felagið lagt saman við Vestlax, og seinni sama ár var samanlagda felagið skrásett á keypsskálanum í Oslo. Síðani gekk skjótt. Árið eftir legði Bakkafrost eina góða milliard á borðið og keypti Havsbrún, og felagið fekk harvið alla virðisketuna, frá framleiðslu av alifóðri til sølu av lidnum portiónum, inn undir sínar veingir.
Týsmorgunin legði Bakkafrost fram besta úrslit, ið nøkur føroysk fyritøka nakrantíð hevur havt. Árið í fjør gav 727 milliónir krónur í yvirskoti fyri skatt, og 589 milliónir eftir skatt. Felagið úrslitið er somikið gott, at nevndin mælir til at rinda 220 milliónir krónur í vinningsbýti fyri árið í fjør. Tað eru 4,50 krónur fyri hvørt partabrævið í Bakkafrost.
- Ein sunn fyritøka skal geva vinningsbýti til sínar partaeigarar. Og við dagsins kursi svarar tað til eina rentu á umleið fimm prosent, staðfestir Regin Jacobsen.
Tá aðalfundurin fyrst í apríl gongur tilmælinum hjá nevndini á møti, so merkir tað samstundis, at Bakkafrost síðstu fýra árini hevur goldið tilsamans 558 milliónir krónur í vinningsbýti til sínar partaeigarar.
Eftir at norski alirisin Salmar í desember í fjør seldi øll síni partabrøv í Bakkafrost er Regin Jacobsen nú næststørsti partaeigari. Bara Oddvør Jacobsen, mamma forstjóran og einkjan eftir stovnaran Hans á Bakka, eigur fleiri partabrøv í gomlu familjufyritøkuni.

Gulleggið
Tilsamans eiga Oddvør og Regin Jacobsen ávíkavist 9,5 og 9,3 prosent av partabrøvunum í Bakkafrost. Tey fáa tí góðar 20 milliónir krónur í part í vinningsbýti fyri árið í fjør. Pengar, ið verða útgoldnir eftir at aðalfundurin hevur samtykt tilmælið frá nevndini.
Í dagsins virði hava hesi somu partabrøvini eitt samlað virði á heili 808 milliónir krónur. Tað er tann upphæddin, ið móðir og sonur kundu fingið, um tey valdu at fara út á keypsskálan í Oslo og har selja øll síni partabrøv í familjufyritøkuni.
- Nei, tað eru absolut ongar ætlanir um tað, svarar Regin Jacobsen avgjørdur.
Spurningurin, hvørt tað ikki kundi verið freistandi at selt og harvið realiserað partabrøv fyri hundraðtals milliónir krónur til reiðan pening, freistar als ikki forstjóran.
- Hvat skuldi eg brúkt tað til, spyr Regin Jacobsen retoriskt.
Sambært forstjóranum var tað eitt greitt endamál við at varðveita eina ávísa nøgd av partabrøvunum, tá familfyritøkan fór á keypsskálan.
- Okkara partabrøv skulu tryggja støðufesti í fyritøkuni, og tey eru ikki til sølu, sigur Regin Jacobsen.
Hetta síðsta árið eru partabrøvini hjá Oddvør og Regini Jacobsen økt stívliga 181 milliónir krónur. Týsmorgunin var kursurin á partabrøvunum hjá Bakkafrost 89, meðan kursurin 25. februar í fjør var 69.
Tekur man stjóralønina hjá Regini Jacobsen á 1,6 millión við í samlaða roknistykkið, so er forstjórin síðsta árið vorðin 111,6 milliónir krónur ríkari. Her skal leggjast afturat, at virðisøkingin á partabrøvunum, stívliga 90 milliónir krónur, er bara á pappírinum, soleingi forstjórin ikki selir síni partabrøv. Vinningsbýtið á 20,2 milliónir verður hinvegin útgoldið, umframt stjóralønin.
Brúka vit sama roknistykkið, so er Oddvør Jacobsen, ið sum nevnt eigur 9,5 prosent av partabrøvunum, síðsta árið vorðin 112,6 milliónir krónur ríkari.

Risi
Bakkafrost er í dag nógv tann størsta fyritøkan við høvuðssæti í Føroyum. Brúka vit kurs-89, sum var galdandi tá roknskapurin varð lagdur fram týsmorgunin, so er virðið á Bakkafrost í dag smáar 4,4 milliardir krónur. Tað er útvið ein milliard krónur meira enn fyri júst einum ári síðani, tá kursurin lá á 69.
Til samanberingar er Faroe Petroleum vert tvær milliardir, sambært kursinum á keypsskálanum í London. BankNordik verdur 1,2 milliard krónur, um vit taka aktuella kursin á keypsskálunum í Keypmannahavn og Reykjavík. Atlantic Petroleum er vert 517 milliónir, sambært kursinum á keypsskálanum í Oslo. Og Atlantsflog, sum er á veg til at vera tikið av keypsskálunum, er í dag vert 214 milliónir krónur, sambært kursinum í Keypmannahavn.