Tað ringasta vit kunnu gera er at avmarka rúsdrekkasøluna

Rúsdrekkasølan í Føroyum eigur at vera frælsari enn hon er nú. Tað heldur Ruth Vang, løgtingslimur fyri Framsókn.

 

Løgtingið hevur havt aðalorðaskifti um okkara rúsdrekka- og rúsevnapolitikk í framtíðini og tá gjørdi Ruth Vang vart við, at hon heldur, at yvirhøvur, eigur at rúsdrekkasølan í Føroyum skal verða enn frælsari enn hon er nú.

 

Tá ið Rúsan varð sett á stovn, varð tað lættari at fáa fatur á rúsdrekka enn tað var. Men royndirnar vísa, at síðani er rúsdrekkanýtslan minkað.

 

– Tí eru vit í Framsókn ikki bangin fyri at gera rúsdrekkasøluna enn frælsari enn hon er nú, sigur Ruth Vang.

 

Hon vísir eisini á, at ein orsøk til, at tað ikki longur eru so nógv full fólk á ólavsøku, og á øðrum tiltøkum, er tann, at rúsdrekka er at fáa á hvørjum horni.

 

– Og løgreglan sigur, at tey tiltøkini, har skilið er ringast, er har tað ikki verður skonkt.  Tá taka fólk nevniliga rúsdrekka við heimanífrá, og tað er tá ið fólk verða frá sær sjálvum.

 

Annars verður altíð sagt, at jú lættari tað er at fáa fatur á rúsdrekka, jú meiri fara fólk at drekka. Men royndirnar hjá Ruth Vang eru akkurát tær øvugta, tí hon heldur, at tess verri tað er at fáa fatur á rúsdrekka, tess verri drekka fólk.

 

Rúsan var ein kollveltandi broyting, tí tá varð rúsdrekka munandi lættari at fáa fatur á. Og síðani Rúsan varð stovnað, eru fleiri tiltøk afturat sett í verk, so at rúsdrekka er enn lættari at fáa fatur á. Vit hava fingið fleiri Rúsur. Rúsan hevur opið leygardagar, bryggjaríni selja sjálvi øl, og tað ber til at selja øl á stevnum og tiltøkum av ymsim slagi.

Eftir tí, sum nógv tvíhalda um, skuldi hetta fingið nýtsluna at vaksið munandi. Men tað sæst ikki aftur í nýtsluni. Tvørtur ímóti vísa royndirnar, at tað ringasta vit kunnu gera, er at avmarka atkomuna til rúsdrekka, sigur hon. Tí er hon sannførd um, at tað verður rúsdrekkasølan fríari, fer tað ikki at veksa um nýtsluna.  

 

– Tað er óneyðugt at brúka lógina fyri at fáa fólk at uppføra seg ordiligt og taka ábyrgd av sær sjálvum, heldur hon.

 

Kortini heldur hon, at nakrar avmarkingar eiga at vera. Eitt nú skal 18 ára aldursmarkið haldast strangt.

 

Hon heldur eisini, at tað var rætt at lækka promillumarkið hjá bilførarum niður í 0,2 promillu, har tað áðrenn var 0,5. Tað eru eini boð til bilførarar um, at koyring og rúsdrekka hoyrir ikki saman. Nú vita bilførarar, at teir kunnu ikki drekka, samstundis sum at teir koyra, og tað hevur gagnað okkum, heldur Ruth Vang.