Tað søgdu tey í 2001

Nógv fólk tosa umvegis fjølmiðlarnar. Vit hava tikið okkurt av tí, sum varð sagt í Sosialinum í 2001, burturúr stóru rúgvuni

Gjøgnum árið verða nóg orð søgd í fjølmiðlunum. Sumt er bundið av eini serligari støðu ella árstíð, meðan annað er meira at meta saman við ævigar sannleikar.

Sumt verður sagt spontant í eini serligari løtu, meðan annarð er væl umhugsað og vurderað, áðrenn tað verið latið blaðfólki upp í hendi.

Á hesi síðu hava vit savnað okkurt av tí, sum var sagt umvegis Sosialin í árinum sum fór.



- Hetta tók fast

Signar á Brúnni, fyrrverandi landsstýrismaður, 3. januar, um at nýggjur landsstýrismaður var settur í hansara stað, áðrenn kanningin av hansara embætisførslu reinsaði hann.


- Tað verður ikki serliga samfelagsgagnligt at fáa eina vinnu afturat, sum leggur hald á nógv fólk.

Herman Oskarsson, formaður í Búskaparráðnum, 16. januar, um oljuvinnuna.


- Eg má siga sum er, at eg hevði aldrin verið til eina rockkonsert áður, fyrr enn eg var til Prix finaluna.

Helga Hjørvar, stjóri í Norðurlandahúsinum, 20. januar


- Stuðulin til og harvið møguleikin fyri at reka privat útvarp í Føroyum kom ikki haðani, eg hevði roknað við. Hevði fyrigyklað mær, at størstu privatu fyritøkurnar í landinum fóru at tryggja raksturin saman við kommunum. Og at tað skipaða mentanarlívið fór at tryggja innihaldið. Men so varð ikki. Als ikki.

Óla Jákup Rólantsson, táverandi programmleiðari á Rás 2, 3. februar, um at reka privata útvarpsrás í Føroyum.


?Vit royna alla tíðina at bøta um trygdina.

Reidar Nónfjall, stjóri á Strandferðsluni, 22. februar, tá Strandferðslan hevði keypt sær tól at gera rúsdrekkaroyndir av sínum starvsfólkum.


- Mítt ynski skal vera, at menn verða meira sjónligir í javnstøðuarbeiðinum. Og samstundis má eg spyrja, hvar allar tær ungu kvinnurnar eru, ið fingu javnstøðu í vøggugávu. Hvar eru tær?

Augusta Mikkelsen, skrivari í Javnstøðunevndini, 10. mars


? Tað hevði verið rímiligt at yvirtikið fólkakirkjuna í 2006, men tað er eitt drastiskt lop at flyta hetta til 2002. Fram til 2006 kundu vit umrátt okkum og fyrireikað yvirtøkuna. Men við nýggju ætlanini er ikki tíð til nakað sum helst.

Hans Jacob Joensen, bispur, 17. mars, um framskundaðu yvirtøkuna av fólkakirkjuni.


? Næstan annaðhvørt fólk í Havn, sum er í vinnu, hevur alment starv.

Økismenningarbólkur í áliti, 11. apríl.


- Í Føroyum verða djór betur vard enn børn.

Sólrun Jacobæus, fráfarandi stjóri á Barnaheiminum, 21. apríl.


? Vit læra í skúlanum, at Føroyar eru so ómetaliga demokratiskar, men so er ikki, tí vit eru heldur á markinum til eina bananrepublikk.

Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, 1. mai.


? Tey menningartarnaðu hava einki merkt til, at tíðirnar eru vorðnar betri í tí føroyska samfelagnum, og meðan politikarar tosa um metyvirskot, er einki eftir til tey veikastu

Diana í Puntabyrgi, formaðurin í Javna, 16. mai


- Eg eri harmur um at fara, men her eru ongi tár.

Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi landsstýrismaður, 1. juni, tá hann legði frá sær sum landsstýrismaður við mentamálum


? Tá eg ivist í onkrum einstakum orði, plagdi eg spyrja meg fyri hjá Eivindi Weihe. Tí hann sigur mær, hvussu fólk siga, meðan aðir málfrøðingar í Føroyum hava lyndi til at siga, hvussu teir kundu hugsað sær, at fólk søgdu.

Michael Barnes, enskur professari, sum lærir bretar at tosa føroyskt, 7. juli


- Eg haldi, at tað áttu at vera fleiri kvinnur í tinginum, tí hetta er ikki meira enn rættvíst, men tær, sum eru, eru ikki allar ov góðar.

Eivind Jacobsen, sambandsmaður á Strondum, 21. juli


?Eg havi ikki nortið eitt køkustykki seinasta trífjórðingsárið. Sukur eti eg als ikki meira, og alt sjónigt feitt skeri eg burtur.

Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum hevur mist meira enn 15 kilo, 28. juli


-Høvuðsidelogiin er, at vit hava eitt land, sum eitur Føroyar, og her er ætlanin, at fólk skulu búleikast á øllum oyggjunum.

Olga Biskopstø, forkvinna í útoyggjanevndini, 4. august


? Tørvurin eftir stuðulsfólki er komin áðrenn skipanin, og tað hevur havt við sær, at økið er ein hurlivasi.

Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, 17. august


? Myndatólið hevur altíð verið mín besti blýantur.

Zacharias Hammer, sjónvarpsmaður, 19. september, tá hann varð heiðraður fyri serligt mentanaravrik.


? Vit rýmdu av skúlanum um náttina av ótta fyri álopi. Teir muslimsku prestarnir hava øst fólkið upp móti teimum kristnu og hvítum, og tí var tað vandamikið hjá okkum at vera verandi.

Høgni Johannesen, trúðboðari, sum rýmdi undan ófriði í Pakistan, 25. september


- Tað er ikki lætt at vera formaður. Beinanvegin tá okkurt gongur galið, so er tað tú sum hevur skyldina.

Karl Johansen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, 13. .oktober


- Eg vil eisini gjarna siga tykkum, at eg altíð havi verið stoltur av umboða land tykkara, og at eg alla tíðina havi kent meg sum ein av tykkara.

Allan Simonsen, fyrrverandi landsliðsvenjari, tá hann gavst sum føroyskur landsliðsvenjari. Og tárini trillaðu.


- Tað undrar meg, at so nógvar plágur eru kvennkynsorð; orkan, tora, lús, sjúka, øvundsjúka, yvirvekt og so plágan sjálv.

Urd Johannesen, 27. oktober


- At skriva og framleiða eitt hitt er helst størsta avbjóðingin hjá einum tónasmiði og framleiðara. Tað er lætt at skriva eitt lag, trupult at skriva eitt gott lag og øgiliga trupult at skriva eitt hitt.

Kári Jacobsen, sangskrivari, 24. november.


- Eysturoyingar og serliga mítt nærumhvørvi harta meg fyri tað, sum er hent í mínum privata lívi.

Sámal Petur í Grund, politikari, um vánligt fólkatingsval.


- Emma bukar Britney

Sosialurin, 8. desember, um M?as Blues Band, sum setir heimsstjørnur upp á pláss á føroyska marknaðinum.


? Tú kann gott siga, at vit við hesum hava ótálmaða atgongd til pengar. Tað er ein øgilig rúgva.

Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður, um at fáa nógvar pengar til politiskt arbeiði í fólkatinginum.