Tað sær spennandi út

Favorittarnir í kvinnudeildini sluppu undan at hittast í hálvfinaluni, meðan hálvfinalurnar hjá monnunum verða tær somu sum í fjør

Hondbóltur


Fyrrapartin týsdagin varð stuttur tíðindafundur hjá Poul Hansen, har lutur varð kastaður um, hvørji lið skulu hittast í hálvfinalunum í Coca-Cola kappingini.

Fýra navnaseðlar vórðu drignir hjá bæði monnum og kvinnum, og áðrenn hesir vórðu drignir, varð sagt frá, nær hálvfinalurnar skulu spælast.

Áður hevur tað annars verið soleiðis, at HSF hevur sett eitt evstamark fyri, nær dystirnir skulu spælast, men í ár eru dagarnir so fastlagdir.

24. og 31. januar eru settir sum leikdagar, tó at hetta helst verður broytt til 27. januar og 3. februar, um so er, at VB vinnur seg fram til hálvfinaluna. Hetta er enn ikki avgjørt, men í kvøld, mikukvøldið, skal fjórðingsfinalan millum Tjaldur og VB ætlandi avgerast.


Favorittarnir hittast ikki

Hjá kvinnunum mundi størsti spenningurin vera um, hvørt VÍF og Stjørnan, sum í ár hava verið at kalla einaráðandi, fóru at bresta saman í hálvfinaluni, ella um talan møguliga verður um ein finaludyst millum hesi lið.

Tá luturin var kastaður, var tó greitt, at liðini sleppa undan hvørjum øðrum í hálvfinalunum, tí lutakastið lagaði seg soleiðis, at VÍF spælir móti Neistanum, meðan hin hálvfinalan verður millum Tjaldur/VB og Stjørnuna. Fyrr nevnda liðið hevur heimavøll í fyrra dystinum.


Somu hálvfinalur

Hjá monnunum eru hálvfinaluluttakararnir tey somu fýra liðini sum í fjør, og lutakastið lagaði tað soleiðis, at dystirnir eisini verða teir somu.

Her lagaðis lutakastið seg soleiðis, at VÍF og Kyndil hittast í aðrari hálvfinaluni, meðan Neistin og StÍF skulu avgera, hvør seinni parturin í finaludystinum verður.

Einki er at ivast í, at talan her kann gerast um fýra sera áhugaverdar dystir, har væl kendu smáu marginalarnir væl kunnu koma at gera av, hvørji lið skulu taka lut í finaludystunum í Coca-Cola kappingini.


Finaludysturin fluttur

Annars er sjálvur finaludysturin í kappingini fluttur í mun til undanfarin ár. Vanliga hevur fyrsta vikuskiftið í februar verið sett av til hetta, men orsakað av at U-20 landsliðið skal uttanlands at royna seg, verður hetta broytt í ár.

Ístaðin verður Coca-Cola finalan leikt 10. februar, og tá fæst so at vita, hvørji lið kunnu rópa seg steypavinnarar komandi árið.

Undan hesum skulu hálvfinalurnar avgreiðast, og sum nevnt, so eru dystirnir í hesum hesir:


menn

24. januar VÍF-Kyndil

24. januar Neistin-StÍF

31. januar Kyndil-VÍF

31. januar StÍF-Neistin


kvinnur

24. januar VÍF-Neistin

24./27. januar Tjaldur/VB-Stjørnan

31. januar Neistin-VÍF

31. jan/3. feb Stjørnan-Tjaldur/VB