Tað skal stórt hepni til

Tað skal stórt hepni til, um maður, sum er farin fyri borð á skipi á opnum havi, verður funnin aftur.

Tað skal stórt hepni til, um maður, sum er farin fyri borð á skipi á opnum havi, verður funnin aftur.

 

Í slíkum føri kann tað sjálvandi hava týdning, hvussu veðrið á leiðini er, og hvørjum klæðum maðurin er í. At enda kann tað eisini hava týdning, um maðurin er í bjargingarvesti.

 

Russiski fiskimaðurin, sum av eini ella aðrari orsøk fór fyri borð á russiska trolaranum, Lazurnyy, var bara í arbeiðsklæðum. Hann var í blálittum klæðum, og tískil var ógvuliga trupult at síggja hann í sjónum. 

 

Tá In.fo í morgun vitjaði umborð á Brimli, hittu vit skiparan, Julian Martin Juul. Hann vísti okkum eina mynd, sum er tikin av Brimli og spurdi, um vit dugdu at fáa eyga á mannin í sjónum.

 

Veðrið hesa løtu, tá Brimil fann russiska fiskimannin, var gott, men kortini dugdu vit ikki beinanvegin at síggja mannin á myndini. Tá skiparin so peikaði okkum á, hvar á myndini, maðurin flýtur, kundu vit hóma okkurt.

 

- Nei, slíkar uppgávur eru ikki lættar, men í hesum førinum vóru vit tíbetur hepnir. Eg hevði eitt ánilsi av, at vit fóru at finna russiska sjómannin, sigur skiparin á Brimli, Julian Martin Juul.