Umstøðurnar hjá teimum, sum verða dømd at sita í fongsli í Føroyum, eru ikki nóg góðar. Tað hevur Løgtingið ásannað, og í juni í fjør samtykti Løgtingið einmælt at fáa Landsstýrið at taka málið upp við danskar myndugleikar.
Og nú Løgtingoð hevur viðgjørt eitt uppskot frá Tjóðveldi um at yvirtaka løgregluna, ákæruvaldið, fongsulsverkið, og annað í hesum sambandi, gjørdi Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, greitt, at hann hevur rættiliga lagt seg í selarnar fyri at fáa málið loyst.
Løgmaður sigur, at hann hevur bæði tikið málið upp á fundi við danska løgmálaráðharran, Nick Hækkerup, og við forsætisráðharran, Mette Frederiksen. Og harafturat hava báðir teir føroysku fólkatingsmenninir eisini arbeitt við málinum.
Og tað er tað er gongd í málinum, tí á donsku fíggjarógini fyri í ár, eru 1,5 milliónir settar av til at lýsa fongsulsviðurskiftini í Føroyum. Hann sigur, at løgmálaráðharrin er eisini sinnaður at koma til Føroyar, tá ið korona er hæsað av, at kunna seg um støðuna.
Í hesum sambandi skal spurningurin lýsast um vit skulu hava eitt heilt nýtt fongsul, ella um ábøtur skulu gerast á fongslið, sum er. Men løgmaður sigur, at hann hevur gjørt donsku myndugleikunum greitt, at hvørki umstøður, ella staðsetingini í Mjørkadali, eru nøktandi.
Í hesum sambandi vísir hann á, at tann eina veturin var so nógvur kavi, at Mjørkadalur lá púra avbyrgdur frá umheiminum í tríggjar, ella fýra dagar, og tað er ikki nøktandi.
Bárður á Steig Nielsen sigur, at eitt er at føroyskir fangar, sum skulu sita leingi, verða sendir av landinum at sita, og tað er ein eyka revsing afturat revsingini, teir hava fingið við dómi. Men í Mjørkadali eru hølisviðurskiftini ikki nøktandi og umstøðurnar at hjálpa og stuðla fangunum til at koma úr fongslinum aftur sum betri borgarar, eru alt ov vánaligar.
Hinvegin vísir løgmaður á, at arbeiðið hjá donsku stjórnini hevur verið rættiliga darvað av koronu, tí tað fer við allari orkuni. Men málið er, at einaferð í summar, skal málið vera lýst og síðani skal støða takast til, hvussu farast skal fram.
Annars gjørdi løgmaður greitt, at hann er ikki sinnaður at yvirtaka økið tí hann sigur, at tað eru ymsir stórrakstrarfyrimunir at vera saman við dønum. Hann minnir á, at vit eru sløk 53.000 fólk og av og á stinga stór mál seg upp, sum krevja eina heilt aðra arbeiðsorku, enn vit hava til taks í Føroyum.
Eitt dømi, er tá ið Sea Shepherd kom her at leggja seg út í Grindadráp, tí tá kom vælmannað lið av donskum politistum upp til Føroya at hjálpa til at halda lóg og landaskil. Men tað fingu vit onga eykarokning fyri, legði hann afturat.
- Viðhvørt hendir tað seg eisini, at vit fáa eitt revsimál til viðgerar, sum er so stórt, at tað krevur hjálp uttaneftir, ella vit kunnu fáa ein fanga, sum er so hættisligur, at tað krevur hjálp uttan eftir. Tí er tað neyðugt hjá okkum at hava gott samband við danir, sigur løgmaður.