Skal fólkaatkvøða verða um at broyta kommunubygnaðin og leggja kommunur saman, er tað best, at tað verður almenna sjálvt, sum skipar fyri fólkaatkvøðuni. Tað heldur Asbjørn Djurhuus, formaður í Føroya Kommunufelag.
Hann leggur afturat, at samstundis má tað vera púra greitt, hvat atkvøtt verður um.
Tað merkir at tá má tað eisini vera greitt, hvørji málsøki verða flutt undir kommunurnar at umsita og nær, og hvussu kommunurnar skulu skipast.
Hann sipar til, at landið hevur fleiri ferðir boðað frá, at ymisk málsøki skulu leggjast undir kommunurnar at verða umsitin, og tær hava bygt umsitingar upp eftir tí, men tað hendir bara einki.
Kommunufelagið hevur havt kunnandi fund í morgun við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í innlendismálum, um ætlanina at nýskipa kommunurnar.
Formaðurin í Kommunufelagnum staðfestir, at landsstýriskvinnan læt allar dyr standa opnar, men at hon vildi hava góð ráð frá kommunustýrislimunum.
Hann sigur somuleiðis, at kommunurnar eru líka ójavnar á máli um samanlegging, sum tær eru ójavnar í stødd.
Politiski bólkurin hjá samgonguni, sum arbeiðir við málinum er komin ásamt um, at landið skal skipast í níggju kommunur.
Men tað hevur formaðurin í Kommunufelagnum lítlar vónir um, í hvussu so er ikki beinanvegin.