Tað stóð illa til hjá Ågot

Tað er gamalt, at sjómaðurin sjáldan er ráðaleysur. Soleiðis kann eisini sigast um teir, sum hava skipað fyri, tá stóra holið, sum Slættaberg gjørdi frammarlaga í stýriborðssíðu á Ågot, varð tett, soleiðis at Slættaberg mikudagin kundi bakka bulbustevnið úr aftur garnaskipinum.

 Eyðstein Poulsen, skipari, sigur, at holið snøgt sagt er tett við presendingum og hak­um, sum teir hava brúkt til at potað presendingina inn í holið við. Hetta er gjørt bæði á ytru og innaru síðu, og tá hildið varð, at Slættaberg um­síðir kundi bakka seg leysan úr aftur Ågot, varð haraftrat ein stór presending løgd á ytru síðu á skipinum, har holið er.
 – Holið er nú so væl tett, at Ågot lekur lítið. Tað eru tvær smærri pumpur, sum pumpa sjógv úr skipinum, men vit høvdu ivaleyst klárað okkum við tí eini pumpuni. Vaktarhald er og verður við skipið, og tað er sløkkiliðið, sum tekur sær av hesum.
 Eyðstein Poulsen sigur, at avgerð er tikin um, at skipið kemur at liggja, har tað hevur ligið alla tíðina, og tá klárt er at taka Ågot upp á bedingina hjá Klaksvíkar Sleipistøð, verður farið yvir hagar við skipinum.