Tá Suni datt av tekjuni niður á betong

Tað kendist sum 20-30 sekund fóru, áðrenn hann rakti jørðina. Men í veruleikanum vóru tað bert eini 2-3 sekund. Les um Suna úr Hørg í Vikuskiftis Sosialinum.

Tað kendist sum 20-30 sekund fóru, áðrenn hann rakti jørðina. Men í veruleikanum vóru tað bert eini 2-3 sekund.

 

- Eg fyltist upp við ótta. Eg var bangin og ristist um allar kroppin. Alt spenti seg saman og eg hugsaði "nå Suni, so er tað slut", greiður hann frá.

 

28. mars í fjør datt 32 ára gamli Suni úr Hørg av einari tekju, meðan hann var til arbeiðis. Hann fór við høvdinum fremst av tekjuni, og hóast hann var greiður yvir, at hann helst ikki fór at yvirliva fallið, so náddi hann at rætta armarnar fram og verja høvdið. Helst var tað hetta, sum bjargaði honum lívið. Og júst hatta, hví hann er á lívi eftir eina slíka hending, er ein spurningur, sum Suni mangan setur sær sjálvum.

 

Les alt um arbeiðsóhappið hjá Suna úr Hørg í Vikuskiftis Sosialinum, sum kemur í handlarnar í kvøld.