Eingin ivi er um, at nógv teir flestu føroyingarnir, sum búgva uttanlands, vilja sleppa heim til Føroya at halda jól. Hvørt ár hava fólk longu tíðliga um summarið bílagt sær ferðaseðil heim við flogfari, fyri at tey kundu kenna seg trygg í at sleppa heim tann dagin, tá ið tað passaði teimum best. Hevur ein bíðað til einaferð seinast í november ella fyrst í desember mánaða við at bíleggja sær ferðaseðil, hevur tað nærum verið ógjørligt at ogna sær ein slíkan, so at man slapp heim til jóla.
Nú eisini sjóvegis
Tá ið Smyril Line í 1998 tók avgerð um, at Norrøna ikki skuldi leigast út um veturin, men ístaðin skuldi sigla við farmi og einstøkum ferðafólkum um veturin, gav hetta øllum teimum mongu útisetunum ein annan flutningsmøguleika heim til jóla.
Á jólum í fjør vóru tað eisini nógvir útisetar, ið gjørdu sær dælt av hesum møguleika, og sjálvan jólatúrin heim úr Danmark í fjør mundi ferðafólkatalið helst vera eins stórt, sum tað er á nógvum túrum í summarsiglingini. Eingin ivi var um, at hetta var eitt tiltak, sum nógvir útisetar tóku væl undir við.
Aftur í ár hevði Smyril Line ein góðan jólatúr heim úr Danmark. Meiri enn fimmhundrað útisetar høvdu valt at koma heim sjóvegis at halda jól, og hóast veðrið ikki hevði verið teimum til vildar, so tóktust tey flestu tó at vera vælhýrd, tá ið tey komu í land í Havn seinnapartin mánadagin.
Bíðaðu í Hanstholm í eitt hálvt samdøgur
Hóast Norrøna skuldi fara úr Hanstholm seint leygarkvøldið, so var ikki loyst frá bryggju fyrr enn tíðliga mánamorgunin. Orsøkin var tann, at ringa ódnarveðrið, sum var í Danmark seinasta vikuskifti, framvegis gjørdi eitt sindur vart við seg, so at ikki var hugsingur um at sleppa út úr havnini í Hanstholm. Havnin í vesturjútsku býnum er tiltikin ring at sleppa út úr, tá ið nógvur vindur er, vita menn at siga.
Tà ið vindurin umsíður minkaði sunnumorgunin, fór Norrøna úr Hanstholm, men enn var veðrið ikki at tí besta á sjónum, og hetta fingu tey mongu ferðafólkini eisini at merkja. Við Sosialin sigur okkurt av ferðafólkunum, at tað rullaði sera nógv allan sunnudagin, men at tað var eitt sindur slættari mánadagin. Tá ið komið var á Havnina, mundu tey flestu vera sloppin av við tað ringasta sjóverkið, hóast tað altíð vilja vera nøkur, sum hava sjóverk, bara tey eru umborð á einum skipi.
Góður hýrur umborð
Sjálvt um veðrið ikki var til vildar, so var hýrurin umborð á Norrønu stak góður á vegnum heim, og ferðafólki helt sær at gleimi heilt til tann ljósa morgun. Nógvur jólatónleikur bleiv spældur umborð, og hetta var við til at fáa ferðafólkini í tann rætta jólahýrin.
Onkur av manningini vil eisini vera við, at tað merktist týðuligani, at tað bara vóru føroyingar, ið vóru við á ferðini. Lagið var sjáldsama gott, og tað var ein onnur ?atmosfera? umborð, enn hvat tað er, tá ið ferðafólkið er ein blanding av mongum ymiskum tjóðum.
Eisini nøkur heim tollaksmessudag
Norrøna gjørdi skjótt av mánadagin, tá ið hon var komin heim vi ð teimum 512 ferðafólkunum. Kósin bleiv sett aftur til Hanstholm, men tá vóru ikki so mong ferðafólk. Tey vóru einans 27 í tali. Tíðliga mikudagin var kósin aftur sett á Havnina, og tá koma 115 útisetar aftrat heim at halda jól. Av Smyril Line frætta vit, at tað eisini eru nógv fólk, sum far niður aftur við Norrønu aftaná jól og nýggjár.
Juana Joensen og Poul Guðmundsson, Skødstrup
Hvussu var túrurin upp?
Tað fyrsta døgnið var ikki so gott, men frá í morgun av hevur tað verið fínasta slag.
Hví hava tit valt at koma heim á henda hátt?
Vit høvdu langa jólafrítíð, og so er tað eisini bíligari. Man hevur ikki so nógvar pengar, tá ið man lesur.
Var hýrurin góður umborð?
Hýrurin var góður. Nù var tað so ringt veður sunnudagin, so tá var ikki nógv fólk uppi. Annars bleiv nógvur jólatónleikur spældur, og fólk vóru í jólahýri.
Tað gjørdi kanska ikki so nógv, at skipið ikki loysti frá bryggju í Hanstholm fyrr enn sunnumorgunin?
Nei, tað gjørdi tað ikki. Vit sovnaðu stutt eftir, at vit vóru komin umborð, og vit vaknaðu ikki aftur, fyrr enn motorarnir blivu startaðir sunnumorgunin, so hjá okkum gjørdi tað ikki nakað.
Nú eru tit bara glað fyri at vera komin heim at halda jól?
Ja, tað eru vit. Ògvuliga glað.
Skulu tit so niður aftur við Norrønu?
Ja, tað skulu vit. Vit fara niður aftur á midnátt tann 6. Januar.
Jón McBirnie, Keypmannahavn
Hví hevur tú valt at koma heim sjóvegis?
Heim til Føroyar! Eg skal siga tær tað, at ætlanin var í veruleikanum ikki at koma heim at halda jól, men eg haldi, at tað var maturin, ið spøkti. Vit ætlaðu okkum til Suður-Sælands at halda jól hjá skyldfólkum, men tað vóru so nógv ting her heima, sum lokkaðu. Maturin lokkaði og so ikki minst tað at spæla eitt sindur av tónleiki. Sjálvsagt eisini tað at síggja familjuna og vinfólk aftur. Tað eru so nógv ting her heima, ið draga um jólini.
Var tað tí at tit ikki fingu flogeferðaseðil, at tit komu heim sjóvegis?
Nei, tað var fyrst og fremst tí, at hetta ljóðaði sum ein hugnaligur máti at ferðast heim uppá. Tað vísti seg eisini, at so var. Leygarkvøldið var eisini stak hugnaligt, tí vit lógu við bryggju, og øll gingu og tosaðu um, nær vit sluppu avstað, og hvussu veðrið fór at vera. Hetta var likasum við til at samansjóða ferðafólkið, og leygarkvøldið gjørdist bara avbera hugnaligt. Í gjárkvøldið (sunnukvøldið blðm.) var tað so m ikið ringt veður, at tá var lítil futtur í umborð.
Hetta er kanska ikki síðstu ferð, at tú velur at ferðast á henda hátt?
Nei, tað rokni eg ikki við. Eg skal eisini niður aftur við Norrønu tann 1. Januar, men eg haldi at hetta er fínasta slag.
Hvat gleðir tú teg mest til um jólini?
Eg gleði meg mest til at hitta mínar vinmenn og míni foreldur, og so gleði eg meg ikki minst til allan tann góða matin.
Hvat við nýggjárinum?
Eg ætli mær at gera tað, at eg fari til Vágs, har eg eri uppvaksin, at halda nýggjár, tí har verður altíð gjørt serliga nógv burturúr nýggjárinum. Tá ið vit nú skulu hátíðarhalda ár 2000 ivist eg ikki í, at tað verður gjørt serliga nógv burturúr.