Tað tynnist í Tjóðveldiskórinum

GREINING: Sjúrður Skaale er tann nýggjasti í eini røð av tjóðveldistingfólki, sum hava tikið avleiðingarnar eftir ósemju við floksdirigentin, hvørs sigursvanda stríðslyndi á egnari jørð eisini hevur avbyrgt hansara egna flokk frá ávirkan á stóra politiska vígvøllinum

Finnur Jensen
Politisk greining

Hvat hava Signar á Brúnni, Tórbjørn Jacobsen, Heini O. Heinesen, Karsten Hansen – og nú eisini Sjúrður Skaale – til felags?
Umframt at hava sitið á løgtingi fyri Tjóðveldi, eru teir allir í tí partinum av kórinum, sum ikki altíð hevur sungið eftir somu takt, sum pinnurin hjá dirigentinum í flokkinum hevur sveiggjað eftir síðani aldarskiftið.
Meðan Høgni Hoydal í øllum fimm førum hevur vunnið stríðið ella ósemjuna, hava avleiðingarnar hjá taparanum verið ymiskar.
Signar á Brúnni varð mestsum tveittur út gjøgnum vindeygað, Tórbjørn Jacobsen og Heini O. Heinesen sita hálvgum í skammikróki, meðan Karsten Hansen og Sjúrður Skaale sjálvir funnu hurðina.

Rakar innastu sovjettina
Tað kostar at missa góð fólk. Karsten Hansen var neyvan einsamallur, tá hann rýmdi yvir í Miðflokkin áðrenn seinasta val. Helst hava nakrar fyrrverandi tjóðveldisatkvøður verið millum tær 800 atkvøðurnar, sum norðoyingurin megnaði at skava til sín seinast.
Í so máta rakar missurin av Sjúrði Skaale neyvan eins meint – bæði tí ”einans” 416 atkvøður eru leysar, og tí atkvøðurnar liggja beint til høgra beinið hjá Høgna Hoydal, sum er av sama ”slagi”; ein frælslyntur akademikari í besta alduri úr høvuðsstaðnum í mun til t.d. tann meira konservativa politistin úr Norðuroyggjum.
Missurin av Sjúrði Skaale er hinvegin eitt stórt prestigutap.
Fyri tað fyrsta er tað mátin, tað hendi uppá; hóast báðir ikki vilja kennast við tað, so var talan um eitt langt og persónligt stríð – nærmast fyri opnari mikrofon. Tað sá snøgt sagt ikki gott út.
Harumframt pilkaði hendan ósemjan um stjórnarskipanaruppskotið við innastu sovjettina í Tjóðveldi; at tjóðveldismenn klandrast um eitt kjarnumál, sum hevur við ríkisrættarligu støðuna at gera, er ein sjáldsom - og ikki sørt komisk – sjón.
Fyri tað næsta er tað ein av mest trúføstu stuðlunum, sum nú hevur sagt formanninum farvæl. Hann hevur verið við allan vegin – fyrst sum embætismaður undir fullveldislandsstýrinum, har hann m.a. spældi ein týðandi leiklut handan leiktjøldini undir fullveldissamráðingunum á Christiansborg, síðani sum skrivari í Norðuratlantsbólkinum og seinni sum politiskur avloysari í Fólkatinginum.

Væl umtóktur formaður
Tað er einki at siga til, at Høgni Hoydal hevur staðið eftir sum sigursharri, hvørja ferð innanhýsis stríð hevur verið í Tjóðveldi. Hann er ímyndin av flokkinum, sum seinastu mongu valini hevur staðið stinnur og hildið fast um fimtu hvørja atkvøðu.
Persónliga atkvøðutalið – 1250 atkvøður seinast - týðir eisini uppá, at Høgni Hoydal er best umtókti politikarin í nýggjari tíð.
Góðu valúrslitini stava neyvan einans frá óvanliga góðum talugávum kryddrað við einari góðari kandidat-útbúgving í søgu og samskifti. Hann hevur hugsjónir og hjartamál, sum hann íðin brennur fyri og komprimisleyst heldur fast um, og tá er ikki lukkuligt at standa í vegin. Tað kann Sjúrður Skaale nú skriva undir uppá.

Samgonguslit á samvitskuni
Men Høgni Hoydal hevur eisini havt sínar dystir uttan fyri varda floksmúrin, og tá er ídni floksformaðurin úr Hoyvík verri enn so altíð komin snikkaleysur heimaftur.
Hóast hann hugsjónaðarliga sjáldan hevur mist andlit, tí hann hevur staðið við sítt, hava serliga tvær kompromisleysar telvingar ikki beinleiðis verið flokkinum at gagni.
Fyrra telvingin gjørdist endin á fullveldissamguni, tá Høgni Hoydal í desember 2003 setti táverandi løgmanni, Anfinn Kallsberg, eitt ultimatum um antin at reinsa seg, biðja um umbering ella fara frá eftir avdúkingarnar í bókini ”Skjót journalistin”. Trekkið sló bakk og sendi flokkin út í politiska kuldan í fýra ár.
Seinna kostnaðarmikla trekkið var undir CHE-samgonguni á heysti 2008.
Landsstýrisfólkini hjá Tjóðveldi høvdu ikki meir enn sett tuflurnar í gongina í Tinganesi, so noyddust tey at venda heim aftur, tí illstøða var komin millum Høgna Hoydal og ein annan løgmann, Jóannes Eidesgaard, um eitt lás.

Jørgen minnist enn
Skuldi okkurt gamalt agg framvegis verið millum Høgna Hoydal og hinar báðar floksformenninar, hevur tað lítlan týdning í dag, tí bæði Annfinn Kallsberg og Jóannes Eidesgaard spæla ikki við longur á hægsta støði.
Men skal Høgni Hoydal hava nakran dreym um eina nýggja fullveldissamgongu, so er torført at sleppa undan samstarvi við nýggja formannin í Fólkaflokkinum, sum eisini hevur fingið oyruni í maskinuna hjá Tjóðveldi.
Jørgen Niclasen hevur neyvan gloymt pínligheitina, tá hann ein kaldan dag í januar 2003 – við tárum í eygunum – varð kroystur at leggja frá sær sum landsstýrismaður við fiskivinnumálum, tí Høgni Hoydal veittraði við einum misálitisuppskoti í salinum.
Men farið er farið, og okkurt bendir á, at tjóðveldisformaðurin endiliga hevur broytt strategi. Tey flestu munnu vera samd um, at hann í seinastuni hevur spælt kortini ómetaliga væl, eftir at hann setti seg við samgonguborðið, sum knappliga vantaði ein politiskan viðleikara.

Signar varð offraður
Fyrsta stríðið var millum Høgna Hoydal og Signar á Brúnni, sum á vári ár 2000 varð tvungin at leggja frá sær sum landsstýrismaður við mentamálum, tí hann hevði játtað pengar til Sjónvarp Føroya í heimildarloysi. Hóast tað seinni vísti seg, at einki hald var í hesum ákærum, slapp fuglfirðingurin ongantíð reiðiliga inn aftur í hitan.
Tá Tjóðveldi heldur valdi at seta Tórbjørn Jacobsen í sessin, kundi Signar á Brúnni ikki longur dylja yvir sína ónøgd við nýggju leiðsluna í flokkinum, hann annars hevði tænt í mong ár.

Løgna vápnahvíldin við Tobba
Næsta stríðið, sum byrjaði millum Torbjørn Jacobsen og Høgna Hoydal á heysti í 2004, endaði líkasum ongantíð.
Tórbjørn Jacobsen var endaður úti í kuldanum eftir at hava skrivað tvær hvassorðaðar viðmerkingar um arbeiðslagið hjá formanninum.
Júst, tá stríðið var komið hartil, at báðir partar vóru settir upp ímóti hvørjum øðrum, har annar skuldi vinna og hin tapa á árliga flokstinginum í januar 2005, kom eitt danskt fólkatingval í vegin, sum gjørdi, at Høgni Hoydal lýsti ”time-out” til eftir valið.
Lagnunnar speisemi vildi, at júst teir báðir fingu eitt rimmar val, sum tryggjaði flokkinum sæti í Fólkatinginum. Nakrar dagar seinni fekk Tórbjørn Jacobsen aftur fundarboð frá tingbólkinum.

Gamli outsidarin situr enn
Á pappírinum situr Heini O. Heinesen í løgtinginum fyri Tjóðveldi, men í veruleikanum telja hini sjey í tingbólkinum hann ikki við.
Orsøkin er, at norðoyatingmaðurin ikki tekur undir við fiskivinnupolitikinum. Bikarið hjá Høgna Hoydal fleyt yvir, tá Heini O. Heinesen undir CHE-samgonguni atkvøddi saman við andstøðuni ímóti uppskotinum um fiskidagar.
Líkt er til, at hetta gjørdist politiski mønustingurin hjá fyrrverandi floksformanninum, sum ikki slapp á endaliga valevnislistan í Norðuroyggjum. Men hann situr framvegis, og hann hevur enn ikki givið upp.

Karsten fekk nóg mikið
Karsten Hansen sat tungt á pengakassanum sum landsstýrismaður við fíggjarmálum, men hann sat ikki tungt á tingstólinum hjá Tjóðveldi, eftir at uppskotið um at skoyta kynsliga sannføring inn í 266b varð samtykt.
Hann var so ørkymlaður av, at floksfelagarnir atkvøddu fyri uppskotinum, at hann meldaði seg úr Tjóðveldi.
Floksformaðurin vónaði til tað síðsta, at norðoyingurin broytti hugsan. So varð ikki; Karsten Hansen fór upp í Miðflokkin.

Sjúrður takkaði fyri seg
Nýggjasta innanhýsis stríðið í Tjóðveldi sveiggjaði eitt sindur aftur og fram, áðrenn Sjúrður Skaale at enda tók avgerðina at pakka saman.
Fyrst skírdi hann Høgna Hoydal fyri at vera eina frekan lygnara; síðani tók hann orðini í seg aftur og bað um umbering; at enda kom ein nýggj ákæru um, at formaðurin bara segði hálvar sannleikar um umstrídda stjórnarskipanaruppskotið, sum er rótin til ósemjuna.
Óansæð um ósemjan er persónlig ella politisk, so er Sjúrður Skaale er ikki longur partur av Tjóðveldi.