Fimleikafagnaður
Størsta tiltakið, sum føroyskur fimleikur skipar fyri. Somikið stór vóru orðini, sum vóru á matarlepanum til fimleikafagnaðin.
Og læt tað eisini verða sagt alt fyri eitt. Orðini vóru ikki ov stór. Talan var um framúr framførslur úr enda í annan.
Munur var á
Tað vóru tó ávísir munir í framførslunum. Tað stóð heilt skjótt greitt, at vinnarin av kappingini fór at verða antin Havnar Fimleikafelag ella Fimleikafelagið Støkk.
Meira enn hinar báðar, so vóru framførslurnar hjá hesum gjørdar við eini kapping fyri eygað. Skilt á tann hátt, at hesi lið tordu at profilera einstakar fimleikarar meira enn onnur, og tí framførslur teirra í størri mun bóru dám av elitufimleiki.
Harvið verður ikki sagt, at framførslurin hjá Flog og Ljósinum ikki vóru góðar. Tí tað vóru tær. Heldur var tað so, at hesi feløgini í eins stóran mun løgdu dent á tað sosiala elementið, sum eisini er í fimleikafagnaðinum. Nevnliga at hetta er ein kapping, har allir fimleikararnir í felagnum hava møguleika at vera við.
Hartil var eisini ein annar hampuliga stórur munur í framførslunum. Evnið, sum feløgini høvdu fingið at tulka, var bíbliusøgur, og tað í sjálvum sær er jú eitt ógvuliga vítt begreb.
Og tá evnið er somikið rúmligt, so er vandin eisini, at framførslurnar skulu fevna um ov nógv. Serliga var hetta hjá Ljósinum, sum hevði eina framførslu, har tað ofta var trupult at fylgja ymsu lopunum í tíð og stað. Her serliga hjá Støkk lættari at fylgja søgugongdini, eins og tað eisini var tað hjá Havnar Fimleikafelag.
Bardagi milum gott og ilt
Fyrst á pallin vóru fimleikararnir úr Flog. Í størri mun enn hini feløgini, so vóru tað yngstu fimleikararnir, sum sluppu framat í teirra sýning, og tað merkti koreografiina, sum ikki var heilt so kompleks, sum hjá nøkrum av hinum íðkarunum.
Hinvegin, so megnaði liðið sera væl at gera nýtslu av teimum visuellu effektunum, sum myrki salurin gav. Tey høvdu valt at ímynda kongar í bíbliusøguni, og ikki minst var hugtakandi at síggja, hvussu bardagin gekk, tá tað illa vildi vinna á tí góða. Uttan at hetta tó eydnaðist.
Hugtakandi krossfesting
Næsta liðið var Havnar Fimleikafelag, sum seinni skuldi vísa seg at gerast vinnari av kappingini.
Hóast tíðarskeiðið, sum tey vildu sýna, var breitt ? líka frá skapanini og fram til krossfestingina, so høvdu tey sett eina skrá saman, sum ógvuliga ítøkiliga sýndi hetta evnið. Eftir at sjálv skapanin var ímyndað, sóu vit Adam og Evu, sum við bløðum á kroppinum syndaðu í Edens garði. Seinni kom so ferðin hjá Móses, tá hann skuldi føra fólk sítt úr Egyptalandi, og so at enda Jesu føðing og líðing.
Ikki minst var hetta seinasta ein sera hugtakandi partur. Serstakliga var talan um sterkar ímyndir, tá krossurin varð borin út á Golgata, og so sjálvandi eisini sjálv krossfestingin. Her sóust tríggir fimleikarar á hvør sínum krossi. Um teir við vilja høvdu latið vera við at raka sær, ella um hetta bara er teirra dagliga ímynd, skal vera ósagt, men tað hóskaði væl til myndina, og áskoðararnir lótu heldur ikki nakran iva vera um, at talan var um eina framúr framførslu.
Skrivaðu við neon
Sjálvur hevði yvirritaði blaðmaðurin einamest glett seg til framførsluna hjá Støkk. Serliga tí hetta felag tær báðar seinnu ferðirnar hevur havt eina heldur óítøkiliga framførslu, sum veruliga hevur givið tankunum loyvi at ferðast.
Í so máta var talan kanska um lítið vónbrot hesaferð, men tað merkir tó ikki, at framførslan var eitt vónbrot. Við somikið ítøkiligum myndum, at tær eins væl kundi verið skrivaðar við stórum neon-stavum, varð greitt frá lívi Mósesar.
Fyri at ímynda hetta nýtti felagið tríggjar íðkarar, sum á hvør sínum aldursflokki høvdu leiklutin sum ávíkavst tann ungi, tann vaksni og tann gamli Móses.
Tónleikarliga riggaði framførslan eisini framúr væl. Tónleikurin var soleiðis við til at mynda huglagið í søgugongdini, og ikki minst skapti tað ein heilt serstakan stemning í høllini, tá ein rock-útseting av gullkálvinum hjá Kára P. ímyndaði dansin um gullkálvin. Hesin gekk so lystiliga, inntil Móses sjálvur kom oman av fjallinum.
Ljós í Ljósinum
Seinast á pallin var Ljósið, og eisini tey høvdu eina vakra framførslu. Hon leið tó undir, at evnini í framførsluni vóru so nógv og somikið víðfevnd, at tað til tíðir var sera ilt at fylgja, hvar í søgugongdini tey nú vóru.
Men framførslan hevði tó avgjørt síni hæddarpunkt. Ikki minst var tað flott at síggja, tá fimleikararnir framdu skuggamyndir av Jesu føðing. Hetta við hjálp av hvítum løriftum, sum vóru upplýst av littum projektørum.
Og onkursvegna, so spældið ljósið eisini eina serstakan leiklut í framførsluni hjá Ljósinum. Umframt áðurnevndu skuggamyndir, so sást hetta eisini aftur í fyrsta og seinasta táttinum í teirra framførslu, og á hendan serstaka hátt varð líka sum undirstrikað, at hetta var Ljósið.
Framúr
Tað er altíð trupult at taka samanum eitt somikið stórt tiltak, sum Fimleikafagnaðurin er, men tað skal eingin ivi valda um, at hetta er nakað av tí flottasta, sum føroyskur fimleikur hevur at bjóða. Og fyri tað eisini nakað av tí flottasta, sum tú kanst síggja á palli her í Føroyum.
Hóast tað sjálvandi er sjálvur fimleikurin, sum er í miðdeplinum í framsýningunum, so megnar eisini tann ókunnugi áskoðarin at fylgja við í gongdini, og øll kunnu so eisini hava sína meting um, hvør framførsla var tann vakrasta.
Tað høvdu dómararnir so eisini, og fagnaðurin á liðnum hjá Havnar Fimleikafelag var ovurstórur, tá tað varð kunngjørt, at teirra framførsla varð kosin sum tann besta. Ikki minst mundi tað kennast sum ein góður máti at byrja fimleikaárið uppá, nú felagið stendur fyri 95 ára degnum, og frá hesum síðum skal eisini vera givið eitt hjartaligt tillukku.