Tað var bin Laden Osama bin Laden átekur sær nú ábyrgdina av atsóknunum 11. september í fjør

Arabiska sjónvarpsstøðin Al Jazeera, sum hetta seinasta árið hevur almannakunngjørt fleiri sjónbandsupptøkur við Osama bin Laden, sendi aftur eina upptøku mánakvøldið.

Á upptøkuni síggjast limir í felagsskapinum al-Qaeda hjá bin Laden hyggja at myndum av verjumálaráðnum Pentagon, sum var annað av málunum tann 11. september í fjør.
Ein av yvirgangsmonnunum, saudiarabin Abdul Aziz al-Omari, sigur í upptøkuni, at hann hevði fingið venjing sína frá Osama bin Laden.
- Mátti Guð samsýnt øllum teimum, sum hava vant meg, og sum hava gjørt hesa gerð møguliga, serliga islamska krígsmanninum Osama bin laden. Má Guð verja hann, sigur al-Omari á upptøkuni.
Al-Jazeera sigur, at bin Laden sjálvur hoyrist á upptøkuni, og at hann nevnir fleiri av teimum, sum rændu tey fýra amerikansku flogførini. Millum teirra, sum bin Laden nevnir, er Mohammed Atta, sum eftir øllum at døma stóð á odda fyri sjálvari atsóknini tann 11. september.
Al-Jazeera vil vera við, at upptøkan er gjørd í afghanska býnum Kandahar, sum var háborgin hjá Talibanstýrinum. Sjónvarpsstøðin heldur, at upptøkan kann verða gjørd í sambandi við ársdagin fyri atsóknirnar í USA, men sjónvbarpsleiðslan vil ikki siga, hvussu hon hevur fingið fatur á sjónband-inum.