? Hetta er fyrstu ferð, at vit hava latið tílíkar virðislønir, og tað var eingin ivi um, at Sigrið skuldi vinna fyri bestu rødd, sigur Sara Reybould, ið er høvuðslærari á sangútbúgvingini.
Hon greiðir frá, at tað eru lærararnir á ymsu útbúgvingunum, sum kjósa vinnararan, og tað varð einmælt samtykt, at Sigrið skuldi vinna.
? Hon hevur alt, sum ein góður sangari skal hava. Hon hevur eina ótrúliga rødd, sum spennir ógvuliga víða og kann syngja bæði høgt og lágt. Hon kann eisini syngja nærum hvat slag av tónleiki tað skal vera, bæði rock, pop, gospel, you name it. Hon er ein ógvuliga dynamiskur sangari, sum eisini dugir væl at samstarva við bæði aðrar sangarar og tónleikarar, og umframt tað, so er hon altíð fús at hjálpa sínum floksfeløgum. Hon hevur ongantíð ov nógvan skund til at rætta eina hjálpandi hond, og tað er ein framúr góður eginleiki, sigur høvuðslærarinnan, Sara Reybould at enda.