Tað var øgiliga ógvusligt

Gert Norðoy fangaði eina ógvusliga hending, tá toran slóð á Viðareiði

Gert Norðoy á Viðareiði fangaði eina serliga løtu, tá hann filmaði toruna sláa niður á Viðareiði í gjár.

 

Tað sær øgiliga ógvusligt út á myndum og í filminum og tað var eisini kenslan, ið Gert hevði hesa løtuna.

 

- Tað var øgiliga ógvuslig og larmaði illa, sigur Gert Norðoy.

 

Toran hevði sligið í eina løtu og mann hevði hoyrt toruna í eina løtu. Hon hevði eisini sligið niður áðrenn, tí fór Gert eftir myndatólinum.

 

- Inni á eini heimasíðu, ið eitur lightningmaps, sær mann hvar toran er og eg sá, at hon var nær og at tað breiddi seg norður eftir. Tí stillaði eg meg at taka upp. Tað gekk ein løtan og so byrjaði toran at sláa niður. Hon sló niður áðrenn fleiri ferðir áðrenn tað, sum eg fekk uppá film, sigur Gert Norðoy.

 

Tað eru nógv hús á Viðareiði, sum hava fingið skaða tá toran slóð, men Gert Norðoy sigur, at hann er sloppin lutfalsliga lætt, tí tað einasta, sum hendið hjá sær var, at releið slóð frá.