Tað var kríggj í Sarpugerði

ÍF venjarin harmast um, at málverjin ivaleyst er álvarsliga skaddur, men nú fer annar av hinum báðum at fáa møguleikan

Fagnaðurin í Fuglafirði er stórur í kvøld, nú tað loksins eydnaðist at vinna á Víkingi í Sarpugerði. Hetta var fyrsta ferðin í átta ár, at ÍF vann í Gøtu. Í 2012, tá ið Flemming Christensen var venjari, var ÍF við í kappingini um FM. Tá vann ÍF tvær ferðir á útivølli ímóti Víkingi – 4-1 og 3-0.

Í kvøld vann ÍF 2-1.

Á facebook skjóta skemtingarsomu og hugflogsríku fuglfirðingarnir upp í kvøld, at tað longu nú verður avgjørt, at ÍF venjarin Hans Jørgen Djurhuus – sum býr í Gøtu – verður ársins fuglfirðingur.

Ólavur Larsen og Hans Jørgen Djurhuus hava ábyrgdina av ÍF liðnum, sum longu nú hevur vunnið meiri enn tvífalt so nógv stig (13 stig), sum úrtøkan var tilsaman í 2019 (6 stig).

Venjarin staðfestir, hvør uppskriftin var í kvøld:

-Talan var um grannauppgerð, og í grannauppgerð er tað fyrst og fremst kríggj, áðrenn talan er um fótbólt. Soleiðis kendu vit tað í gjárkvøldið, tá ið vit høvdu taktikkfund, og soleiðis var tað á vøllinum. Mær dámar væl, tá ið spælararnir leggja heilt nógv fyri, og tað gjørdu teir ímóti Víkingi, uttan at tað á nakran hátt var talan um ljótan dyst. Eg eri ovurhonds fegin um, at tað eydnaðist, og eg haldi, at sigurin var uppiborin. Teir høvdu ein heilt stóran møguleika. Um teir høvdu skorað ta ferðina, so hevði tað kanska tikið seg heilt øðrvísi upp, men teir misnýttu tann møguleikan, og so vunnu vit.

Og hvussu verður tað nú við málverja?

-Tað kastar sjálvandi skuggar, at Milos Budakovic var so óheppin. Tað tóktist vera heilt galið við knænum, og vit kvíga fyri, at tað er krossbandið, sum er farið, tíverri. Jákup Nolsøe Olsen stóð seg sera væl teir 20 minuttirnar, sum hann var á vøllinum, og nú fer hann at kappast við Tórð Traðará um plássið millum stólparnar, sigur Hans Jørgen Djurhuus.

Ambulansan var eftir ÍF málverjanum, sum fór suður á landssjúkrahúsið til kanningar.