Í roynd og veru hava tey ikki brúk fyri mær, men tað var pent gjørt av teimum at bjóða mær við. Tað sigur Ruth Vang, sum er nývaldur býráðslimur fyri Framsókn.
Beint eftir at úrslitið av valinum varð greitt, lá tað í kortunum, at ein samgonga skuldi skipast ímillum tann stóra vinnaran, Javnaðarflokkin, og Sambandsflokkin. Javnaðarflokkurin hevur seks býráðslimur og Sambandsflokkurin ein, og sostatt hava tey sjey býráðslimir av teimum 13, og sostatt hava tey eisini meirilutan.
Men Heðin Mortensen, sum nú tekur við aftur sum borgarstjóri, dyrgdi eisini eftir at fáa Ruth Vang upp í samgonguna. Ruth Vang fór eisini á fund við hinar báðar flokkarnar, men hon sigur, at talan var ongantíð um veruligar samráðingar.
– Tað nokk so skjótt, at tað varð greitt fyri mær, at hinir báðir flokkarnir longu høvdu avtalað tað mesta av tí politikki, sum skuldi førast, og teir høvdu eisini avtalað, hvørjar nevndarsessir, eg skuldi fáa.
Ruth Vang sigur, at tískil gjørdi hon rættiliga skjótt av, at hon fór ikki upp í samgonguna, tí hon vil heldur sita í andstøðu og føra ein konstruktivan og virðiligan andstøðupolitikk, heldur enn at sita sum triðjahjól í eini samgongu við Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin.
– Har haldi eg, at eg umboðið Framsókn betri enn at verða eitt ískoyti, ella eitt klípi, í eini samgongu, leggur hon afturat.
– Men eg skilji væl støðuna, tí í roynd og veru er ikki brúk fyri mær – og tað kom eisini týðiliga til sjóndar á fundinum við teir, tí har varð tað mesta longu avgjørt. Men tað var pent gjørt av teimum at bjóða mæt upp í, leggur hon afturat.
Ruth Vang er eisini løgtingskvinna, men hon sigur, at hon ætlar at røkja báðar sessirnar, men hon sær avgjørt fyri sær, at tað verða tíðarskeið, har hon fer at vera tingkvinna burtur av, og so fer varakvinnan, Súsanna Olsen, at taka sætið í býráðnum.