B68-SKÁLA
Tað var ikki ilt at síggja, hvør tað var, sum er í toppinum, og hvør tað er, sum hevur heilt annað at hugsa um. Tað eru nýggjar fótbóltstíðir. Bæði á Toftum og á Skála. Mótsatt síðsta sunnudag, tá ið B68 í Runavík var óheppið ikki at fáa stig burturúr, tí spælið hekk hampuliga væl saman, og tí teir komu til málmøguleikar, so hekk tað ikki saman ímóti Skála, og toftamenn høvdu so at siga ongar málmøguleikar. Tað var lítil ella eingin broddur og tyngd í, og tað var bert hendingaferðina, at teir fingu lagt innfyri, uttan at nakað spurdist burturúr.
Hjá B68 var tað steinur oman á byrði, at tveir spælarar noyddust at taka seg aftur, tí teir vóru skaddir. Mikkjal Thomassen, sum sunnudagin vísti, at venjingarstøðan er nógv batnað, men sum ikki hevði verið so eyðsýndur hesa ferð, noyddist at fara av vøllinum síðst í 1. hálvleiki, og Bogi Petersen, sum hevur verið rættuliga drúgvur í ár, noyddist at taka seg aftur, tá ið tað væl og virðiliga var greitt, at Skála fór at vinna.
Øssur Hansen og Jákup Eli Olsen royndu í vinstru, og Jóhan Petur Poulsen var onkra ferðina um reppið at gerast leysur, men síðsta tíman hevði B68 ikki nakra nevni verduga roynd ímóti málinum hjá Igor Kostic, sum ikki hevði høvi at vísa, at tað er størri dugur í honum, enn hann vísti, tá ið ÍF vitjaði á Skála.
Skil í tingunum
Hjá Skála gongur tað við rúkandi ferð rætta vegin. Tað var ikki alla tíðina so hugflogsríkt og væl skipað á Svangaskarði, men tað var í ríkt mál nóg mikið til at vinna.
Heilt sjónskt var tað, at Skála liðið er nógv meiri samanspælt, enn liðið hjá B68 er tað. Tá ið tað onkra løtuna gjørdist ov órudduligt, so hevði Skála sítt grundspæl at detta aftur á. Bólturin varð spældur aftur á vøllin og tvørturum, og tá ið teir royndu at mynda álop, so tóktust spælararnir væl vita, hvat tað gekk út uppá og harvið, hvussu álopini skuldu byggjast upp, og hvat skuldi spyrjast burturúr.
Arnhold Berg er vorðin rættuligur lyklaspælari í miðverjuni, og á sentrala miðvøllinum er liðformaðurin Pauli G. Hansen sera stúttur. Ofta ber tað vandamiklar støður við sær, tá ið tað verður skift langt og neyvt frá vongverjunum báðum, Bárði Danielsen og Iulian Florescu, Alexandur Johansen og eisini Hanus Thorleifsson eru skjótir og tryggir í borðunum, og liðið verður eyka vandamikið, tá ið teir hava tveir sovornar hvirluvindar á toppinum, sum Jónleif Frederiksberg og Bogi Gregersen eru.
Dusan Jaic í miðverjuni og Nenad Stankovic tykjast vera góður fongur, og teir, sum komu inn av beinkinum, tóktist uppsettir at vísa, at tað altíð kann loysa seg at geva teimum møguleikan.
Bogi aftur tvær ferðir
Hjá tí, sum liggur undir, raka mistøk eyka meint. Fyrsta málið hjá skálamonnum var dømi um hetta. B68 var á veg í álop, tá ið teir mistu í vinstru. Skálamenn gjørdu skjótt av og spældu innfyri til miðvallaran í vinstru, Alexandur Johansen, sum var blankur, áðrenn B68 aftur hevði funnið røttu støðurnar í verjuni, sendi millum beinini á málverjanum og so var 1-0.
So var tað, at Bogi Gregersen enn eina ferð skoraði tvey mál. Tjúgu minuttir eftir fyrsta málið og tveir minuttir undan steðginum økti hann til 2-0. Mortan Hansen hálvbjargaði roynd hjá Jónhardi Frederiksberg, og Bogi var fyrstur á returinum. Miðskeiðis í 2. hálvleiki smekkaði Bogi Gregersen umvegistvørtræið í málið. Eftir hornasparksinnlegg úr vinstru frá Nenad og afturum handara stólpan, varð spælt út frá og so var 3-0 og greitt, at øll stigini skuldu á Skála. Í síðstu sekundunum skoraði Nenad til 4-0.