Koma vit í ta støðu, at fólk ikki sleppa at flyta til Føroya, tí at tey fáa einki at búgva í, er tað ein vanlukka fyri landið. Og eg haldi, at vit eru á markinum nú.
Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkaløgtingskvinna. Mánadagin fer hon tískil at leggja uppskot fyri Løgtingið við tí endamálið at seta ferða í íbúðarbygging í Føroyum. Endamálið við uppskotinum er at geva kommunum heimild at byggja leigubústaðir, antin sjálvar, ella saman við øðrum, tað verið seg øðrum kommunum, privatum vinnufeløgum, Bústøðum, ella áhugafeløgum.
Hon sigur, at hetta er ein møguleiki, kommunurnar hava biðið og tí fer hon nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um hetta. Hon vísir á, at tað er rættilig íbúðarneyð og serliga er stórt trot á leigubústøðum, samstundis sum at prísurin minnir um okur. Hetta uppskotið er so ætlað sum eitt fyrsta stig at taka tað ringasta trýstið av íbúðarneyðini.
Hon vil eisini, at ein partur av íbúðunum skulu markast til almannaverki, umframt at kommunur eiga at hava nakrar av íbúðunum sagt til fólk við serligum tørvi.
– At hava ein sámiligan bústað er ein mannarættur, og tað er ein uppgáva, vit eiga at taka í nógv størri álvara enn vit gera, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Í hesum sambandi hava borgarstjórar víst á, at ein háttur at loysa bústaðartrupulleikan er at loyva kommunum at byggja íbúðir at leiga út og tað heimildina eiga tær at fáa, heldur hon.