Tað verður einki fullveldi

? Eg trúgvi ikki, at hesar samráðingarnar fara at enda við fullveldi. Tá tað kemur til stykkis, fara føroyingar at atkvøða nei, heldur John Thomsen

John Thomsen úr Havn arbeiðir sum handverkari í Keypmannahavn, og á hansara arbeiðsplássi verður ikki nógv tosað um fullveldi, hóast hann arbeiðir saman við føroyingum.

? Eg haldi, at vit eru ov samdir til at kjakast nakað serligt. Vit plaga at tosa eitt sindur um fullveldi, tá samráðingarnar eru og donsku fjølmiðlarnir gera eitt sindur burtur úr, sigur hann.


Ber ikki til at kjakast

Hann sigur, at frá dønum hoyrist ein gjøgnumgangandi niðursetandi tóni, tá teir gera viðmerkingar til føroysk viðurskifti og fullveldissamráðingarnar.

? Tú kennir viðmerkingarnar aftur frá teimum smáu l >esarabrøvunum í BT og Ekstrablaðnum, sigur hann.

? Tað ber ikki til at fáa eitt kjak í lag við teir, tí teir vita einki um føroysk viðurskifti, og tí spyrst tað ongantíð nakað skilagóð prát burturúr.


Verður einki fullveldi

John Thomsen kennir seg sannførdan um, at tað verður einki fullveldi, hóast samráðingarnar millum stjórnina og landsstýrið.

? Tá tað kemur til stykkis, fara føroyingar at atkvøða nei á eini fólkaatkvøðu, sigur hann.

? Í løtuni sært tú nógv argument fyri fullveldinum, men eg rokni við, at tað verða argumentini hjá sambandsflokkunum sum fara at gera, at føroyingar ikki taka fullveldi, tá tað kemur til stykkis.

John Thomsen sigur, at tað ber illa til at taka støðu fyri ella ímóti fullveldinum, so leingi eingin ítøkilig avtala fyriliggur um, hvussu Føroyar skulu klára seg uttan ríkisfelagsskapin.tir vánaliga úrsliti, 3-3, móti Slovenia.


Henry favorittur til ?Golden Boot?

Eftir frálíka avrikið hjá Fraklandi og Thierry Henry í 3-0 sigrinum á Danmark, er Arsenal áleyparin nú favoritturin at gerast toppskjútti í kappingini. Oddsini at Henry gerst toppskjútti eru 9-2, meðan hollendarin Patrick Kluivert og spaniólin Raul eru á ávikavist øðrum og triðja plássi.

Áðrenn kappingin byrjaði vóru oddsini fyri Alan Shearer sum toppskjútta 12-1, meðan tey eftir vánaliga avrikið móti Portugal bert eru 20-1.

Savo Milosevic og Zlatko Zahovic eru eisini komnir langt upp á listan at gerast toppskjúttar hjá veddingarfeløgunum, eftir at hesir báðir skoraðu tvey mál í part fyrsta dysti sínum.