Flogbóltur
Flogbóltur er vetrarítróttur í Føroyum. Men hóast vit nærkast hásumri, er flogbóltsfelagið á Tvøroyri longu farin undir at fyrireika næsta kappingarár, sum byrjar í heyst.
Tað fortaldi Finn Thomsen í flogbóltsdeildini hjá TB á lítlari samkomu, tey høvdu nú ein dagin.
Á hesi samkomuni endaðu tey á Tvøroyri formliga flogbóltsárið, sum farið er.
Og tey høvdu nógv at fegnast um, tí TBF er nógv mest vinnandi flogbóltsfelag í landinum.
Felagið var við í flestu kappingum bæði hjá konufólkum og mannfólkum.
Og nú heiðursmerkini verða tald saman, hevur TBF vunnið heili 14 heiðursmerki. Endaliga úrslitið var átta gullmerki, fimm silvurmerki og eitt bronsumerki og so nógv vann onki annað felag í allari kappingini.
TBF er undir hattinum hjá TB, men verður rikið sum eitt púra óheft felag.
Á samkomuni hetta kvøldið, fingu vit at vita frá Finni Thomsen, at tey eru longu farin at fyrireika seg til komandi kappingarár.
Men hann ásannaði, at tað verður sera torført at fáa líka gott úrslit næsta ár, sum í árinum, ið farið er.
Hann segði eisini, at TBF hevur gjørt sáttmála við Marinu Popovic um at halda fram sum venjari næsta ár eisini.
Hon hevur verið venjari í nøkur ár og tey eru so væl nøgd við samstarvið, at tey eru samd um at halda fram.
Samstundis verður samráðst við systrina, Maju Popovic, um sáttmála komandi ár, men enn er ikki heilt greitt, hvussu verður við tí, tó at Finn Thomsen hevur góðar vónir um, at hon fer at halda fram í TBF eisini næsta ár.
Og tað er longu avgjørt, at venjingin byrjar aftur 23. august. Men ætlanin er eisini at fáa ein útlendskan venjara til TBF í eina stutta tíð, tá ið venjingin byrjar, at geva nýggjan íblástur tilvenjarar og leikarar.
Í løtuni verður eisini arbeitt við at orða ein politikk fyri flogbóltin á Tvøroyri. Har eru tey trý málini, at tað skal vera stuttligt, at spæla flogbólt, tey skulu royna at vinna og øll skulu hava møguleikan at vera við.
Nógvir trúgvir stuðlar
Finn Thomsen ásannaði, at tað er dýrt at reka eitt felag, sum TBF, so uttan trúgvar fíggjarligar stuðlar, hevði onki borið til.
Og á samkomuni hendan dagin, høvdu tey eisini boðið teimum við, sum stuðla flogbóltinum á Tvøroyri fíggjarliga.
Stuðlarnir hjá TBF eru: Aoes v/ Poul Pearson, Bærendsen Teknikk, FK-Suðuroy, Føroya Banki, Føroya Sparikassi, P/F John D. Hammer, P/F N.J.Mortensen, P/F Petur Hammer, P/F Poul Hansen,
P/F Poul Michelsen, Suðuroyar Sparikassi, Tryggingarfelagið Føroyar og Tvøroyrar Kommuna
Úrslit
Hesi úrslitini fekk flogbólturin hjá TBF í kappinagárinum, sum nú er endað. Úrslitini gera TBF til nógv mest vinnandi flogbóltsfelag landinum
Gentur 10:
TB-a: Gull
TB-b: Bronsa
Gentur 12
TB-a: Gull
TB-b: Silvur
Gentur 14
TB: Silvur
Gentur 16
TB: Silvur
Kvinnuungliungar
TB: Gull
Drongur 10
TB: Gull
Drongur 12
TB-a: Gull
TB-b: Silvur
Drongir 14
TB: Gull
Drongir 16
TB: Gull
Meistaradeildin Kvinnur
Gull í steypakappingini
Silvur í Landskappingini