Tað verður torført at basa Heina Olsen

FM Í talvi: Heini Olsen er greitt á odda, og nógv bendir á, at hann fer at vinna FM fyri fimtu ferð, men enn er ov tíðliga at gera nakra niðurstøðu

Føroyameistarakappingin í talavi fyri einstaklingar er nú meiri enn hálvrunnin. Klokkan tvey seinnapartin í gjár fóru teir undir fimta umfarið, og ætlanin var ? um tað fór at bera til ? at avgreiða tey bæði niðurløgdu talvini frá fyrru umførunum aftaná, at teir vóru lidnir við fimta umfarið. Niðurløgdu talvini eru millum Heina Olsen og Steintór Rasmussen, og millum Eyðun Nolsøe og John Rødgaard.

Tá vit á middegi í gjár tosaðu við Petur Hans Poulsen, veteranin í Klaksvíkar Talvfelag og kappingarleiðara í FM kappingini, segði hann okkum frá metingunum, sum talvkønir høvdu av niðurløgdu talvunum:

? Nú skulu telvararnir seta seg við borðini aftur, og tað verður tá, at tað fer at verða avgjørt, hvørjar vegir stigini fara at fara. Men tað verður mett her norðuri, at í talvinum millum Steintór og Heina, fer Heini at vinna. Hann hevur bisp og finnu meiri enn Steintór. Í hinum talvinum er støðan ikki so uppløgd, men tey flestu meta, at um ein vinnari verður, so fer tað at vera John Rødgaard.


Eiga at avgera

alt fyri eitt

Í gjár nevndu vit, at tað hevur verið tosað um, at reglarnir eiga at vera broyttir soleiðis, at tað verður tryggjað, at einki talv verður givið upp fyri remis, fyrrenn í minsta lagið fjøruti leikir eru fluttir. Hetta er nakað, sum teir aðra staðni í talvheiminum hava broytt.

Petur Hans Poulsen vísir á, at tað eisini er neyðugt at broyta reglarnar, tá tað hevur við longdina á talvum at gera:

? Tað er óheppið á so mangar mátar at talv hanga. Tað er torført at fáa hesi talvini at passa inn í tíðarkarmin, og fyri telvararnar er tað sjálvandi ørkymlandi at hava fleiri talv í høvdinum í senn. Soleiðis hevur tað altíð verið, men tað, sum mest av øllum trýstir okkum at fáa niðurløgdu talvini burtur, eru teldurnar. Tað kann ikki vera meiningin, at vinnarin í einum talvi verður tann, ið eigur ta telduna, sum er best at siga, hvussu tað skal telvast. Tí er neyðugt at skipa soleiðis fyri, at øll talv verða avgjørd alt fyri eitt, heldur Petur Hans Poulsen, og hann leggur afturat:

? Vit eru eftirbátur á hesum økinum. Hjá okkum er tað soleiðis, at teir hava seks tímar, og so kunnu teir velja at halda fram ella at niðurleggja talvið. Eitt nú í Danmark er tað soleiðis, at teir hava sjey tímar til alt talvið. Tað vil siga, at telvararnir hava tríggjar og ein hálvan tíma í part, og um onnur avgerð ikki er fingin frammanundan, so tapir annar uppá tíð. Eg haldi, at vit áttu at fari yvir til hesa skipanina.


Heini er favorittur

Tá vit spyrja kappingarleiðaran, hvør fer at vinna FM, so vil hann sjálvandi ikki vera ov avgjørdur í sínari útsøgn. Um vit rokna við, at Heini Olsen og John Rødgaard fara at vinna niðurløgdu talvini, so er støðan í landsliðsbólkinum henda: Heini Olsen hevur 3,5 stig, Flóvin Tór Næs og John Arni Nilssen hava 2,5 stig, John Rødgaard, Carl Eli N. Samuelsen og Ólavur Simonsen hva 2 stig, Eyðun Nolsøe, Rani Nolsøe og Terji Petersen hava 1,5 stig, og Steintór Rasmussen hevur 1 stig (um hann einki fær burturúr móti Heina Olsen).

? At vera eitt heilt stig undan hinum, tá kappingin er hálvrunnin er sjálvandi ein greið leiðsla. Men vit skulu minnast til, at tað skal bara eitt tapt talv til, so kann vera javnt aftur, heldur Petur Hans Poulsen.

? Heini Olsen verður tungur at syfta hjá hinum. Hann telvar fyri tað mesta í Danmark, og hann er sera fjølbroyttur. Hinir telvararnir royna sjálvandi at fyrireika seg sum frægast, tá teir skulu hitta Heina, men tað er torført, tá hann er so fjølbroyttur, og serliga tá hann hevur hvíta fólkið, er tað torført.


Allir kenna allar

Í eingilskum fótbólti verður ofta tikið til, at orsøkin til at feløg úr London so sjáldan vinna meistaraskapin er, at har eru so nógv lið í bestu deildini, og at tað altíð vísir seg at vinna lokal uppgerðirnar.

Í FM kappingini hesa ferð eru seks av tíggju telvarum úr Klaksvík. Onkur hevur róð fram undir, at hetta kundi fara at hava við sær, at tað fór at vera lætt hjá onkrum klaksvíkingi at strúka avstað við meistaraheitinum, meðan onkur annar hevur víst á, at tað sama kundi fara at gera seg galdandi, sum teir plaga at siga um fótbóltin í London.

Í FM kappingini hevur higartil einki bent á sovorðið. Heini Olsen og John Arni Nilssen tóku remis eftir fýra leikir, og tað iðra tey seg um í Klaksvík. Men samstundis verður víst á, at síðstu tólv ferðirnar, sum teir báðir útisetarnir hava dystast, hevur úrslitið verið remis.

Talvið í fyrsta umfari millum teir báðar brøðurnar, Eyðun og Rana Nolsøe, endaði eisini við remis, men hetta var eitt rættuligt stríðstalv, og tað var ikki fyrrenn eftir 52 leikir, at tað varð uppgivið fyri at vera javnt.

? Allir teir føroysku telvararnir kenna nógv til hvønn annan, og teir fyrireika seg sjálvandi væl til hvønn einasta dyst. Eg haldi ikki, at hatta tú sipar til í fótbóltinum í Onglandi passar so væl uppá telvingina her hjá okkum.


Arbeiðssteðgurin darvar

Petur Hans Poulsen sigur, at áhugin fyri kappingini í Klaksvík er næstan, sum hann plagar at vera.

? Hetta er fjórða ferðin, at vit hava FM fyri einstaklingar her norðuri. Hinar ferðirnar vóru í 1978, 1990 og 1995. Tað vísir seg, at áhugin hjá øðrum telvarum at taka lut er minni, tá tað verður kappast her norðuri, enn tá verður kappast aðra staðni. Og so er tað komið fyri meiri enn eina ferð, at vit hava verið darvaðir av arbeiðssteðgi. Hetta hevur ávirkað luttøkutalið, og at útvarpið ikki fylgir støðuni ger, at áskoðararnir ikki eru so skjótir at fara frá húsum, sum teir høvdu havt verið, um teir kendu støðuna.

Kappingarleiðarin roknar annars við, at tað fer at vera fitt av fólki í Ósáskúlanum teir komandi dagarnar. Tað verður telvað frá klokkan tvey seinnapartin, og kappingin verður liðug leygardagin.

Í gjár varð telvað soleiðis: Heini Olsen-Rani Nolsøe, Eyðun Nolsøe-Ólavur Simonsen, Terji Petersen-Carl Eli N. Samuelsen, Steintór Rasmussen-John Rødgaard og John Arni Nilssen-Flóvin Tór Næs.

Í dag verður telvað soleiðis: John Rødgaard-Rani Nolsøe, Heini Olsen-Terji Petersen, Carl Eli N. Samuelsen-Ólavur Simonsen, Flóvin Tór Næs-Steintór Rasmussen og John Arni Nilssen-Eyðun Nolsøe.


Hinir bólkarnir

Í unglingabólkinum er spenningurin stórur. Tveir telvarar úr Klaksvíkar Talvfelag eru á odda við 3,5 stigum. Teir eru Ingolf Gaard og Rúni Dragaberg. Í hølunum á teimum eru John Sivertsen úr Klaksvík og Olaf Berg úr Havnar Telvingarfelag. Teir báðir hava trý stig.

Í almenna bólkinum hevði Ingi Kirke 3,5 stig, tá teir settust við borðini í gjár. Hann misti fyrsta hálva stigið, tá tað í fyrradagin endaði remis millum hann og Tummas Martin Anthoniussen, sum samam við Sigurði Justinussen er á øðrum plássi við trimum stigum. Finnbjørn Vang og Martin Poulsen hava 2,5 stig.