Fyri eini tíð síðani, bóru vit á in.fo nýggjheitirnar um, at stórur áhugi var fyri fyrrverandi føroyska landsliðsleikaranum Súna Olsen.
Súni Olsen greiddi tá frá, at ein sáttmáli væntandi fór at vera undirskrivaður tá heystfrítíðin var liðug.
Les eisini: Stórur áhugi fyri Súna Olsen
Men undirskriftin er drigin út. Tað er nú ein vika síðani at heystfrítíðin var av, men enn hevur Súni Olsen ikki skrivað undir nakrastaðni.
Súni Olsen greiðir frá, at tað kann koma at ganga eitt sindur av tíð, áðrenn hann undirskrivar ein sáttmála.
- Tað verður ein løta enn til ein endalig avgerð verður tikin. Eg havi fingið eitt nýtt sáttmála uppskot frá Víkingi, sum eg enn ikki havi tikið støðu til. Har eru eisini onnur uppskot, sum eg skal taka støðu til.
Tað ljóðaði leingi, at Súni Olsen var favorittur sum leikandi hjálparvenjari hjá Mikkjali Thomassen í KÍ. Tann søgan varð leygarkvøldið avsannað, tá KÍ setti nýggjan hjálparvenjara í Agnari Frederiksen.
Tað er tó framvegis ikki óhugsandi, at Súni Olsen kann enda sum leikari í KÍ.
Tó so, er Víkingur favorittur til at fáa undirskriftina hjá Súna Olsen til komandi kappingarár.