Tað eitur ikki »Vatnavegur« – men »í Líðini«

– Nú navnið Vatnavegur aftur var at síggjast/hoyrast í samband við eitt bilóhapp 26. desember við Vatnavegin, loyvi eg mær at koma við hesi somu viðmerking, sum eg upprunaliga sendi Miðvágs Kommunu 4. februar 2003 viðvíkjandi navninum Vatnavegur

 

– Orðið Vatnavegur stendur í hvørsfalli fleirtal. Hetta hevði verið rætt, um vegurin gekk millum tvey vøtn, men hesin vegur liggur fram við einum vatni og má tí eita Vatnsvegur, smb. Vatnsbrekka, Vatnsrætt og Vatnsoyrar.

 

Soleiðis skrivar Karl Jóhan Nielsen á Vatnsoyrum í viðmerking.

 

Hann vísir eisini á, at navnið Vatnavegur fyri umrødda strekki er rættiliga ungt.

 

– Í mínum barna- og ungdómsárum æt strekkið úr Leitisrætt og norður í Vatnsoyrar: í Líðini.

 

 

– Eg kann viðmerkja her, at kommunan gekk umbøn míni á møti og setti eitt skelti við navninum »í Líðini« upp, beint við vegristina við Leitisrætt. Eg síggi eisini, at Kortal.fo hevur navnið í Líðini fyri hetta vegastrekkið, sigur hann.

 

– Eg vil við hesum vinarliga heita á tykkum, um at virða og nýta gamla navnið »í Líðini« fyri strekkið millum Leitisrætt og Vatnsoyrar.