Hin dysturin í bólkinum hjá KÍ í Europa Conference League, bólki A millum Slovan Bratislava og Lille endaði við javnleiki 1-1.
Angel Gomes legði Lille á odda tá sjey minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Seks minuttir seinni hildu teir hjá Lille, at teir høvdu økt til 2-0, men VAR kolldømdi málið fyri rangstøðu.
Tá 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini javnaði Aleksandar Cavric til 1-1.
Lille er oddalið við átta stigum, Slovan Bratislava er nummar tvey við sjey stigum, KÍ er nummar trý við fýra stigum og Olimpija Ljubljana við trimum stigum.
Hósdagin klokkan 17.45 tekur KÍ móti Slovan Bratislava á Tórsvølli. Somu tíð tekur Olimpija Ljubljana móti Lille í Ljubljana.
Málúrtøkan hjá Slovan Bratislava er 5-4, meðan málúrtøkan hjá KÍ er 4-4. Vinnur KÍ á Slovan Bratislava verður KÍ nummar tvey í bólkinum undan seinasta dystinum í bólkinum.
14. desember klokkan 20 tekur Lille móti KÍ, og Slovan Bratislava tekur móti Olimpija Ljubljana í tí seinasta umfarinum.